Til minnis um Brynjolv

Tá eg setti meg niður at skriva nøkur minn­ingar­orð um mín góða vin Brynjolv Nicolajsen, so fara tankar mínir at sveima, og eg spyrji meg sjálv­an, hvar tíðin er farin.
Brynjolv var sonur Gunn­hild og Johan Hend­rik, sum var ættaður úr Vest­­manna. Brynjolv var gift­ur við Gertrud, kallað Gigga. Saman fingu tey 5 dreing­ir og tvær gentur, onn­ur gentan doyði sum ný­føð­ingur.
Brynjolvur var 75 ára gamal nú hann legði árnar­nar inn.
Brynjolvur var ein av teim­um stillu í landinum, hann var ein trúgvandi mað­ur, hann setti ikki ljós­ið undir skeppuna.
Eg minnist aftur til, tá hann arbeiddi sam­an við mær í ambulansa­tæn­astu­ni, hvørja ferð hann kom í bilin og vit vóru klár­i­r at koyra avstað, fold­aði hann hendurnar og bæð ein stutta bøn fyri okkum og tí vit fóru eft­ir. Hetta minnist eg sum nakað serligt og trúðarstyrkjandi.
Brynjolvur sleit sínar barna­skógvar í Skopun og vaks til mans her. Hann fór, sum unglingi flest, við sluppum og seinni nógvu árini silgdi hann við Kjølbro-trolarunum, oft­ast saman við Samson sum skipara, teir vóru svágr­ar.
Brynjolv var við til at føra mangan dýra fongin heim á okkara klettar, hetta arbeiði, at sigla summ­­ar og vetur í nógv Harrans ár setur síni spor, hetta sást eisini tíðuliga á hesum sjógarpanum. Tá Brynjolv helt seg ikki klára hetta meira og vildi hava meira tíð heima sam­an við familjuni, fór hann at arbeiða á flaka­virki­num “Sólarris” har hann var formaður ein tíð.
Seinni var hann Havna­meistari í Skopunar Havn, saman við Hans K. Ol­sen. Hetta var í tíðini, tá havn­in var full av skipum. Jú tá var aktivitetur á Skop­un­ar Kei, skúrarnir vóru mannaðir av smá­dreingjum og gomlum monn­um, onkur kallaði eg­ning­ar­skúrnarnar “uni­versi­tet­ini”, jú har fingu ung­ling­ar um havsins viður­­­skif­ti til fulnar at vita og mangir teirra man­na skip, sum sigla á øllum heim­sins høvum.
Jú, Brynjolv var áhug­að­u­r í hvussu gekst við fiskaríði og tí, børn han­sara fingust við, tveir dreingir sigla sum trolara-skipar­ir, tveir sigla sum kokk­ar, Annfinn siglur við “Gadus”, hesum reiða­ríði hevur hann silgt við, síðan hann fór úr skúla­num 14 ára gamal. Dótt­ir­in hevur álitisstarv á virki­num í bygdini.
Sjálvsagt var Brynjolv glað­ur fyri og takkaði Guði, at tað gekst børn­un­um væl. Sjalvsagt fall oft­ast prátið á hetta og var hann ikki sørt erbarur um hetta.
Brynjolv og Gigga dug­du ótrúliga væl at njóta náttúr­u­na, tey vóru ofta á ymiskum útoyggjum, har tey leigaðu sær summar­hús í einar 14 dagar, so­leið­is kundu tey njóta hvønn annan.
Ella tey ferðast sam­an við øðrum, oyggj­ar­nar runt at boða Gleði­boð­skap­in og tað vendur ikki tómt aftur sigur Skriftin.
Jú, eg kundi hildi áfram at skrivað um henda merkis­mann, sum tú eisni kun­di treffa í kjallaranum, har hann fekst við at gera borða­bátar.
At enda vil eg nevna at Brynjolvur var trúgvur í sam­komuni Betania, hann virk­aði har í mong ár, altíð var hann tann fyrsti at møta upp, soleiðis var hes­in merkismaður, sum eg helt nógv av.
Eg biði Jesus styrkja tykk­um í hesum sak­ni, góða Gigga, børn­ini, svigar­børnini, abba­børn­ini og lang­abba­børn­ini.

Gerhard