Á jólum átti eg tvær langommur og tveir langabbar. Tað var ikki so lítið. Tey vóru øll øgiliga gomul, tey vóru 100+97+91+89 ár tilsamans, íalt 377 ár.
Eg elskaði tey øll.
Í dag, tveir mánaðir seinni, eigi eg bara eina langommu og ein langabba, tað er heldur ikki so lítið. Hini bæði, omma pápa mín og abbi mammu mína, eru deyð síðan á jólum.
Eg haldi, at tað er eitt sindur løgið, at eg skuldi missa bæði eina langommu og ein langabba upp á so stutta tíð, og eg haldi eisini, at tað er eitt sindur løgið, at tey bæði, sum ikki kendust nakað serligt, nú skulu liggja úti í kirkjugarðinum í Havn, næstan heilt lið um lið, tað eru bara nakrir fáir metrar ímillum gravirnar. Men eg kendi tey bæði, og pápi mín og mamma mín kendu tey bæðu uppaftur betri enn eg, og abbarnir og ommurnar hjá mær, kendu øgiliga væl langommuna og langabban, sum vit nú hava mist.
Bæði langomman og langabbin mistu teirra pápar, tá ið tey vóru smábørn, tey vistu, hvat tað var at vera faðirleys. Tey fingu nýggj heim, og tað var gott, men ikki altíð bara stuttligt. Eg rokni við, at langomman og langabbin hava nógv at tosa um.
Onnur omma mín er íslendsk, og onnur omma langabban var eisini íslendsk. Hetta høvdu vit bæði til felags, tað var ikki so lítið, og eg veit, at langabbin var øgiliga erpin av íslendsku ommu sínari.
Eg rokni við, at nú tá ið langabbin eisini liggur úti í kirkjugarðinum, so er langomman ikki so einsamøll. Tey kunnu passa upp á hvørt annað og hjálpa hvørjum øðrum.
Eg ivist ikki í, at tey blíva góðir vinir, tí tey vóru fittastu fólk í allari verðini.
Góða langomma og góði langabbi. Takk fyri at tit vóru so góð við okkum øll.
------
Heilsan
Sigga Smæra Jónasdóttir, skjótt 2 ár