Eirik var havnarmaður, sonur Brynhild, f. Johannesen, úr Havn og Jógvan Rasmussen, ættaður av Sandi.
Eirik hevði heilt frá ungum av stóran áhuga fyri tónleiki og fótbólti. Hann var Beatles og Liverpool fan um ein háls og vitjaði ofta í Liverpool í Onglandi. Hann var eisini HB-fan og spældi við á besta liðnum hjá felagnum í fleiri ár.
Í sambandi við at Liverpool F.C. Legend, sum vóru stjørnurnar frá stórtíðini hjá Liverpool í 80-unum, vitjaðu í Føroyum í fjør summar, spældu teir ein dyst móti fyrrverandi stórspælarum í føroyskum fótbólti, har Eirik var ein teirra. Hetta var ein løta sum Eirik mintist við stórari gleði.
Hann arbeiddi á vegadeidini hjá Tórshavnar býráð í mong ár. Síðan 1987 var hann hýruvognsførari á bilstøðini Auto, til hann fyri góðum hálvum ári síðan gjørdist sjúkur og mátti tí gevast at koyra.
Eirik var giftur við Guðbjørg Viderø av Sandi.
-red