Til minnis um Jákup Paula Sundsskarð

Hóast drúgva sjúkralegu, so kom tað okkum dátt við at fáa seinastu boðini um okkara vin og arbeiðsfelaga, Jákup Paula Sundskarð.

Jákup Pauli vaks upp á Vágsheygnum og kom seinni at seta búgv nakað ovari, á Hálvmørkini. Sum aðrir dreingir har um kring, so hevði hann nógvar góðar løtur á Víkini, í bønum og haganum. Vit minnast hann sum KÌ-leikara og seinni sum ein trúgvan ákoðara og innkrevjara hjá barndómsfelagnum.

Jákup Pauli hevði tíðliga stóran alsk til handverkið. Sum 17 ára gamal kom hann í snikkaralæru hjá Hans í Miðvági. Við sínum nátúrliga nærlagni og myndugleika var hann frá byrjan av ein virdur handverkari. Næsta stigið hjá Jákup Paula var at fara undir eina útbúgving innan byggilist. Í 1974 varð hann bygningskonstruktørur frá BTH í Horsens.
Við sínum handaliga- og bókliga førleika hevði Jákup Pauli eina sera góða barlast í handverks- og byggivinnuni. Eftir honum standa mangir bygningsvarðar.Vit hava ikki tal á teimum mongu sethúsunum, sum hann hevur konstruera og hartil hevur hann verið bygningseftirlit í útbyggingini av Tekniska Skúla og í fleiri stórum byggjaríum hjá JFK her í býnum.

Jákup Pauli kom í fast starv á Tekniska Skúla í Klaksvík 1. oktober 1976. Her hevur hann verið krumtappurin innan timbur- og snikkarayrki. Við sínum kveikjandi undirvísingarhátti hevur hann saman við sínum lærlingum, SIT- og HT-næmingum skapt óteljandi perlur á verkstaðnum.

Altíð hevur hann lagt seg í selarnar - at taka nýggjar avbjóðingar og seta nýggj og hægri mál. Vildi altíð menna undirvísingina, betra umstøðurnar og útgerðina. Hansara leikpallur, verkstaðið, ber av vitjandi orð fyri at vera eitt tað besta í ríkinum. Tað er ikki av tilvild, tí hann hevði sjáldsamt eyga fyri loysa uppgávurnar á einfaldan og rationellan hátt.
Sum úrslit av hesum hugburðinum fór deildin saman við kvøldskúlaskipanini undir dreygiskeið. Hesi hava nú í fleiri ár verið nógv eftirspurd. Umframt vetrarskeiðini hevur Jákup Pauli eisini tikið stig til vikuskeið á sumri. Her hava verið luttakarar kring alt landið, og sum íblástur hava verið úrmælingar innan dreyging - bæði danir og normenn.

Jákup Pauli hevði stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum. Hevði sínar meiningar í kjakinum og hevur verið ein av høvuðspersónunum innan tekniska lærarafelagið. Her hevði hann holla vitan og var altíð tann í fann tær praktisku loysnirnar - bæði fyri skúlan og felagið. Fyri arbeiðsplássið var hann ein undangongumaður. Altíð loyalur. - Helt seg til, "at kjakið er innanveggja og úteftir standa vit saman".

Í juni 2004, beint áðrenn Jákup Pauli fekk ófrætta boð, var hátíðarhald á skúlanum. Seks av starvsfólkunum vóru farin um sín 25 ára starvsdag. Nú Jákup Pauli fór higani hevði, hann tænt skúlanum í samfull 30 ár.
Tað arbeiðið hann hevur lagt eftir seg her, er ómøguligt hjá okkum at gera upp í versligum virðum. Hetta síggja vit best í tí tómrúminum, sum liggur eftir síðan hann legði árarnar frá sær. Men eins og hansara kærastu, eiga vit óteljandi ríkar løtur á skúlanum og á útferðum í haga og við báti.

Vit eru takksom fyri at okkum unntist at kenna teg og arbeiða saman við tær - æra verið títt minni!

Heilsan,

Starvsfólkið á
Tekniska Skúla í Klaksvík