Tað kom dátt við at hoyra deyðsboðini av Jákupi tann 22. mars. Hóast livimátin ikki var so góður var tað ringt at skilja, at hesin sera livandi maður ikki var longur okkara millum.
Vit báðir høvdu hóast mótpartar nógv saman í mong ár. Hann kom í nevndina í reiðarafelagnum í 1985, og hann gjørdist formaður í 1991. Vit góvust báðir í 2007.
Tað er eingin ivi um, at Jákup var við til at gera reiðarafelagið til eitt sterkt felag. Hetta gjørdi hann millum annað við at skipa fyri, at reiðarafelagið fekk sína egnu skrivstovu, sum burturav tók sær av áhugamálum reiðaranna. Undan tí hevði felagið skrivstovu saman við arbeiðsgevarafelagnum.
Vit báðir høvdu sum felags áhugamál, at tað skuldi ganga væl hjá fiskiflotanum, so at tann “lagkøkan”, sum kom til býtis, skuldi vera so stór sum gjørligt. Sum mótpartar skuldu vit royna at býta hesa lagkøku so kristiliga sum gjørligt.
Í góðum tíðum var hetta uppá seg lætt. Í ringum tíðum var tað ábyrgdin hjá báðum at fáa tað at bera til. Hetta kundi saktans vera strævið hjá báðum pørtum.
Vit gjørdu nógvar avtalur millum feløgini hesi mongu árini. Roynt var at fáa greiðar linjur og greiðar reglur. Øll hesi árini kom tað ikki fyri, at vit vóru ósamdir um, hvat vit høvdu avtalað, tað er ikki nøkur sjálvfylgja. Tað sum eisini fyribyrgdi hesum var, at vit altíð kundu tosa saman. Tað var neyvan vika, at tað ikki varð ringt.
Jákup hevði eitt lætt lyndi, og hann var altíð hugnaligur at vera saman við, eisini tá ósemjur kundu vera. Men hesar blivu altíð loystar friðarliga. Jákup dugdi ofta væl at skilja sjónarmiðini hjá fiskimonnum, eins og hann eisini dugdi væl at grundgeva fyri sjónarmiðini hjá reiðarum.
Í okkara tíð fekst millum annað eftirlønarskipan til fiskimenn, sum reiðarar eisini rindaðu til av sínum parti. Annars eru tað løntakararnir sum beinleiðis og óbeinleiðis rinda alla sína eftirløn.
Jákup var sonur Elsu Bergittu og Jens Paula Sólstein. Jens Pauli kom at starvast hjá Kjølbro í 1919, og har kom hann at vera í fremstu røð í hesi fyritøku alt sítt virkna lív. Tað sama gjørdi Jákup. Í 1958 byrjaði Jákup at arbeiða í handlinum hjá Kjølbro á Varpinum, og miðskeiðis í 1960-unum fór hann at arbeiða á skrivstovuni. Tá livdi gamli Kjølbro enn, og hann var nevndarformaður í partafelagnum. Í 1979 fór Jákup at arbeiða við skipunum burturav, og tey vóru nógv. Her var tað eisini hansara uppgáva at gera avrokningar. Tær hevur hann gjørt í túsundatali. Her var ordan í tingunum, og avrokningar komu eisini til tíðina. Hann tænti Kjølbro fyritøkuni í 52 ár, og tilsamans man tað tátta í 100 ár, at báðir feðgarnir arbeiddu hjá hesi fyritøku undir ymiskum leistum.
Jákup hevði nógv onnur álitisstørv. Hann var í stýrinum fyri ALS, hann var í tryggingini, og við tí áhuga hann hevði fyri seyði kom hann eisini í hagastýri í Klaksvík.
Áhugin fyri skipum hevði hann alla tíðina. Her er eisini eitt minni um Jákup. Hetta er bókin Føroysk Skipasøga við skipsmodellum hjá Hans J. Fuglø, har útgávan var skipað av Jákupi og Jógvan við Keldu. Tað eintakið hann gav mær er eitt kært minni.
Og so var hann eisini við í Klaksvíkar Hornorkestur, sum eisini setti sín dám á jarðarferðina.
Hann kendi ótrúliga nógv fólk, eisini uttanlands. Og hetta vóru ikki bara fiskivinnufólk. Hann plagdi saman við Borgarhjørt at vera á bóndagarðsferiu í Danmark, og tey gjørdist væl við vertin á garðinum.
Nú tey fyri kortum vóru niðri hittu tey ikki hendan vertin, tí hann var burturstaddur. Tá ið hann kom aftur og frætti, at støðan ikki var góð, kom hann til Føroya at vitja Jákup. Tað var gott lag á monnum, at Jákup helt við danan, at nú mátti hann koma aftur í heyst í gullbrúdleyp. Jákup hevði gott mót til tað síðsta, hóast vónirnar vóru vánaligar, og hann gramdi seg ikki, hvussu tað enn stóð til. Heilsuna hevði hann annars havt góða, ongan sjúkradag.
Jákup giftist í 1964 við Borgarhjørt, dóttir Sonnu og Poul Huus í Syðrugøtu. Borgarhjørt havi eg altíð kent, tí vit gingu í Gøtu skúla saman og vóru nakað javngomul. Tey fingu synirnar Jens Paula, Poul og Sjúrð. Poul býr í barndómsheiminum hjá Borgarhjørt í Syðrugøtu.
Eitt gott minni um Jákup er eisini, tá ið vit vóru í Íslandi saman, tá ið hann gjørdist 70 ár í 2010. Sum altíð var hann eisini tá eggjandi at vera saman við.
Tað var nemandi at hoyra í kirkjuni prestin Hanus á Gørðum greiða frá tí góða ummæli, sum synirnir góvu pápanum. Abbabørnini eru sjey í tali, seks gentur og ein drongur, og tað var ikki hissini, sum tey vóru hansara eitt og alt.
Jákup var kirkjumaður um ein háls eins og pápi hansara var tað. Og tað var eisini ein fullsett kirkja sum henda vakra mikudagin í seinastu viku sýndi Jákupi tann seinasta heiður.
Vit minnast Jákup við virðing.
--------
Óli Jacobsen