Til minnis um Jóhan Mortensen

Í farnu viku kom ein vinarumbøn inn á Facebook vangan frá mínum lærara og mentori Jóhan Mortensen. Eg sendi eina heilsan í innbakka; vónaði, at hann hevði tað gott.

 

Fríggjadagin, lítla viku seinni, gekk leiðin so í Glyvra Kirkju til jarðarferðina hjá Jóhan. So skjótt kann tað vera, so svikaligt er foldarlívið.

 

Vit fingu eitt gott telefon prát fyrr í summar. Skilti, at heilsan hevði bilað, men hann var komin seg heilt væl. At práta við hann var, sum tað altíð hevði verið; ótrúliga stuttligt og uppbyggandi.

 

Orsøkin til, at eg fegin vil siga nøkur orð um henda góða argjamann, sum gjørdist so sera góður fyri eystara armin á Skálafjørðinum, er tann, at hesin fyritakssami lærarin og tónleikarin tók meg undir sínar veingir, júst sum eg var vorðin tannáringur seinnu helvt av sjeytiárunum. Aftaná, eg var fluttur, kundu ganga ár í millum, at vit hittust, men hann var ein sera stórur og týðandi partur av mínum ungdómsárum.

 

Jóhan var stovnari av harmoniku bólkinum Firvaldar. Manningin í Firvaldar skifti nakað (eitt nú spældi Jónsvein Knudsen, sáli, trummur og dupultsystkinabarnið hjá mammu míni Per Hansen, sáli, guitara – ið báðir fóru alt ov tíðliga her av foldum). Tá eg slapp upp í part, vóru tað Jóhan á harmonikuni, Torleif Hansen á bassinum og gøtumaðurin Atli Gregersen á trummum. Teir manglaðu guitarleikara, og eg – nakað væl yngri enn teir – fekk kjansin.

 

Hetta gjørdist ein sera lærurík tíð. Vit ferðaðust kring allar Føroyar mong vikuskifti á tamb og spældu dansitónleik. Svóvu á Sandi, hjá Elisi, sála, eitt vikuskifti, tá dansur var har. Spældu til nýggjárshald í Vági. Vóru fastir fúsir hóskvøld á dansistaðnum Kvøldlot í Havn. Vit spældu í bygdarhúsum og dansistøðum kring alt landið. Og so var tað sjálvandi Glyvra Bio, har flormelis varð stroytt á gólvið og fólk svingaðu til den lyse morgen. Jóhan var oddamaðurin, ið sang og spældi harmoniku so sera væl. Um tað var Kostervalsen, Viva España, Hello Mary Lou ella Eitt sunnukvøld í Plantasjuni, so snúði tað seg um, at fólkið skuldi undirhaldast, og stevið haldast.

 

Seniorarnir í Firvaldum lærdu lítla guitar hvølpin, hvussu týdningarmikið tað var at “halda taktina”, at ein valsur er ikki bara ein valsur, og uttan rútmu er dansigólvið tómt.

 

Um sama mundið spældu vit eisini ofta tveireinir, Jóhan og eg, til brúdleyp. Tá tú stendur har sum tannáringur, grunar tú neyvan hvussu nógv, tú verður formaður av tíni samtíð og teimum menniskjum, tú ert saman við. Men fjøruti ár seinni veitst tú, at júst tey árini og hesi menniskju helst formaðu teg meiri enn tú varnaðist.

 

Eitt nú var tað vist, at hóast vit høvdu tað stuttligt og hugnaðu okkum óført, so var ikki nortið við spiritus á vaktini, og Jóhan koyrdi altíð heim. Og júst hetta, at kunna at hava tað stuttligt uttan alkohol er nakað, ið Jóhan vísti í verki, at tað ber so sanniliga til.

 

Minnist eisini, hvussu Jóhan bjóðaði á gátt heima á Skipanesi, har hann setti seg niður á stólin og spældi krevjandi klassisk harmonikustykki fyri mær. Hetta var imponerandi, og tú skilti á lagnum, at hann legði nógvi fyri til tess at meistra hesi stykkini. Hann setti sær persónlig mál at arbeiða fram í móti við støðugari venjing og tú sansaði, at hetta var grundað á reinan alsk til tónleikin – og onki annað. Og her var onki við at loypa upp um, har girðingin var lægst. Hann vísti í verki, at skal tú koma í nánd av at meistra nakað, so mást tú ofra teg fyri sakini.

 

Jóhan var eitt fevnandi menniskja og sera virkisfúsur. Umframt Firvaldar, so stovanði hann barnakórið Bel Canto, har vit vóru fleiri, sum vóru við av fyrstan tíð. Hjá Jóhan snúði tað seg um felagsskapin, at vera saman um at skapa nakað.

 

Tá eg flutti til Frederikshavn í 1986, vitjaði hann, tá heystfrítíðin var, og vit fóru í studio og innspældu eitt kassettuband við løgum, sum hann hevði lagt til rættist og sang.

 

Tað, sum eg minnist allarbest við Jóhan er, at hann var eitt ljós allastaðni, hann var.

 

Hann hevði eisini eini ótrúlig evni at síggja tað komiska í tí heila, og tær ferðirnar, vit hava verið næstan fyrilagstir av láturkrampa eru ikki so fáar. Hann var ein sovorðin deiliga rúmlig og barnslig sál – og er hetta fremsta fyritreytin fyri kreativiteti. Súra knossið skal nokk finna veg inn í tilveruna. Men at hava tað stuttligt, at ríka sær løturnar við góðari samveru, tað dugdi Jóhan sum fáur.

 

Mínir tankar leita til tey avvarðandi og serliga til Annu, nú Jóhan er farin um evstu sýn. Tit vóru eini fyrimyndarlig hjún. Kærleikin tykkara millum var so sterkur og vakur á at líta. Má Harrin veita styrk í sorgini og sakninum.

 

Fríggjadagin, tá kistan varð borin út, sang Kórið hjá Jóhan bønina Faðir Vár, ið hann hevði gjørt tónleikin til og útsett fyri kór. Eitt sera vakurt punktum fyri eitt væl livað lív hjá einum góðum manni, ið veruliga gjørdi mun í mínum lívi. Takk fyri alt tað, tú vart fyri meg, Jóhan.

 

Æra veri minni um Jóhan Mortensen.