Til minnis um Karl Martin Smidt Jensen

01.09.1982  31.08.2003

Verið altíð glaðir!
Biðið uttan íhald!
Sigið tøkk í øllum førum!
sigur Paulus

Vit kunnu siga takk
við einum eygnabrá,
einum smíli,
einum handartaki,
eini umfevning,
eini gávu,
eini rósu,
einum lítlum orði,
og við samveru.

Vit gingu í flokki saman
og arbeiddu saman.
Vit vóru í dysti
saman við tær
og ímóti tær.
Vit fóru út saman,
og komu aftur saman.
Vit sendu tær eitt smíl
og fingu eitt aftur.
Vit vóru, har tú vart,
títt blíðnið,
títt hugalag,
títt skemt
og tíni hittinorð.
Vit søgdu takk við samanhaldi.

Nú bera vit tær seinastu rósuna.
Takk fyri skúlatíðina -
spæl í skúlagarðinum
í fríkorterum
og summarkvøld.
Takk fyri kortspølini
og talvini
í ruskveðri.
Takk fyri arbeiðsdagarnar,
flogbóltsdystirnar,
og teldukafé-irnar.
Takk fyri skemt,
hittinorð,
og látur.

Takk, Karl Martin
og foreldur tíni,
fyri manga hugnaløtu
úti á Oyri.






Hvíl í friði,
góði vinur.
Vit sakna teg.