Til minnis um mín elskaða beigga, Høgna á Borg 6/5-70 ? 2/12-02

Tungir eru dagarnir síðani tú fór frá okkum. Saknurin er stórur. Men eg veit, at vit síggjast aftur ein dag.
Vit bæði hava havt nógvar góðar løtur saman. Tú vart stóri-beiggi mín, og hevði meg altíð við út at spæla, har vit spældu nógv ymiskt, tá vit vóru smá. Sjálvt um tað vóru fimm ár ímillum okkum, so vóru vit tætt knýtt at hvørjum øðrum.
Síðani vart tú venjari hjá mær í fótbólti í eini trý ár, og tað dámdi mær sera væl. B36 fylti nógv í tínum hjartað. Tú fylgdi við í bæði heima- og útidystum hjá 1. deild, har tú sjálvandi eisini hugdi eftir lítla-beiggja okkara. Tað verður undarligt í ár, tá kappingin byrjar, og tú ikki sæst ella hoyrist millum áskoðararnar longur.
Guðrið kom so, og tú bleiv gubbin hjá henni. Tit bæði vóru so góð við hvønn annan. Tú gav henni nógv, og hon spyr oftani eftir tær. Og hon veit eisini, at tit síggjast aftur.
Nógva tíð brúkti tú summarhálvuna við Leynarvatn. Tú plagdi at vera hjá mammu og teimum áðrenn og smyrja tær ein stóran matpakka, tí tú væntaði at vera burtur í nakrar tímar. Tú elskaði at fiska laks. Har fór nógv tíð til at fiska, og tú vart so stoltur, tá tú hevði fingið nakrar, og gav okkum altíð burturav.
Hvønn døgurðatíma vart tú uppi hjá ommu og át døgurða, har vit eisini vóru. Og ofta fingu vit okkum eitt deiligt prát omaná við einum drekkamunni.
Góði Høgni. Takk fyri alt, tú hevur verið fyri meg. Guðrið og Bogi lata heilsa. Hvíl í friði.

Systir tín, Marian