Góða mamma. Leygarmorgunin tann 6. oktobur fer at standa í minnum okkara sum ein sorgardagur. Hendan morgunin sleptu hendur tínar, og ferðin heim í ævinleikan byrjaði. Vit vóru hjá tær, tá tú dró andan fyri seinastu ferð. Katrin og Súsan hildu í hondum tínum, tá tú fór, og fingu sagt tær, hvussu umsorganarfull og góð mamma tú hevði verið. Tað er ringt at missa, men samstundis var okkum unt at halda hond tínari og verða hjá tær, tá tú fór, tað eru vit glað fyri. At halda hond tínari tá tú fór, var rørandi, men svárt. Tað lærdi okkum um lívið og hvussu tað kennist, tá deyðin tekur tað besta ein eigur. Tá tú var farin kom ein friður í rúmið; eitt ljós bleiv tendrað við tína lið. Tú hevði øll tíni børn, svigarbørn, ommubørn og beiggja rundan um teg ta løtuna. Tað var ein rørandi, svár og samstundis vøkur løta.
Vit skrivaðu føðingardags heilsu til tín, tá tú rundaði tín 80 ára føðingardag. Okkum untist at halda ein framúr hugnaligan og góðan føðingardag saman við tær 2 mánaðir áðrenn tú andaðist. Tær dámdi ikki, at tað bleiv gjørt so nógv burtur úr tær á tínum føðingardegi, men samstundis var tað stuttligt at síggja, hvussu glað og takksom tú var fyri allar heilsanirnar, gávur og blómur tú fekk á tínum stóra degi. Mamma góða, tú var frísk til tað seinasta og hevði eitt minni sum fáur. Stutt áðrenn tú andaðist hevði tú fingið nýggja tær koyrikortið, og tað hevði stóran týdning fyri teg. Hjá tær, mamma, var mest umráðandi at vit børnini og ommubørnini høvdu tað gott. Tú var glað um, at tær untist at fáa 14 ommubørn og eitt langommubarn.
Altíð var tú so umsorganarfull og vildi okkum tað besta. Tú ringdi javnan til okkum og til ommubørnini fyri at vita, hvussu vit høvdu tað. Tað kennist løgið at telefonin ikki ringir meira. Tú og babba lærdu okkum at vera takksom og seta prís uppá tað vit fingu. Vit vuksu upp í einum lívligum heimið við nógvum fólkum rundan um okkum. Omma og abbi í Havn búðu saman við okkum, og har lærdu vit, at tað skal verða rúmd fyri øllum og at taka atlit til onnur fólk. Vinirnir hjá okkum hava mangan sagt, at heima hjá tykkum sluppu vit altíð at verða og har var rúm fyri øllum. Ja enntá um vit ikki vóru inni, so fóru tey bara at vitja mammu ístaðin. Mamma, tú var sera tolin og hevði altíð tíð til eitt prát. Eitt, sum vit minnast, er, at tað vóru næstan ongantíð bara vit til døgurðaborði. Vit høvdu ofta gestir og tað var altíð nokk til øll. Tað lá væl fyri hjá tær at hagreiða og gera mat, og mangan stóð tú til langt út á kvøldarnar og gjørdi knettir og frikadellur, eftir at babba hevði verið á flotið. Babba var innløgumaður um ein háls og tú stóð klár at taka ímóti fonginum. Ja tað var mangan lívligt í køkinum hjá okkum í Vørðsluni. Vit eiga nógv góð minnir, sum eru dýrabar, allar tær góðu feriurnar í Hesti hjá ommu og abba saman við tær og babba, tá vit hoyggjaðu, fiskaðu og mangt annað.
Tað er sera tómt í Vørðsluni, nú tú ikki er har, serliga tómligt er tað nú jólini standa fyri durum. Tað er tómligt ongi foreldur at eiga, men minnini eiga vit og tú ert hjá babba nú. Honum longdist tú eftir og saknaði hann so sera nógv eftir at hann var farin.
Vit vilja lýsa frið yvir minnið um okkara góðu mammu og takka fyri alt tú var fyri okkum.
--------------------------------
Katrin, Súsan, Jón, Trúgvi og Kári