Ikki komu boðini heilt óvæntað, at okkara kæra gumma var farin. Gumma hevði ligið sjúk á sjúkrahúsinum í næstan eitt heilt ár. Kortini vóru boðini tung at fáa fríggjamorgunin 5.septembur, tá vit frættu, at hon nú var farin heim.
Gumma varð fødd og vaks upp heima á Sandi í Sandoy. Sum ung genta búði hon eitt tíðarskeið í Havn, har hon arbeiddi á Kondittarínum. Seinni giftist hon til Klaksvíkar, har hon og maður hennara valdu at seta búgv.
Gumma var eitt gott og deiligt menniskja. Altíð var hon so glað, so blíð og harumframt var hon altíð so góð við øll, ið vóru rundan um hana.
Hon giftist við einum av okkara ommubeiggjum og varð harvið rópt gumma av allari familjuni.
Vit komu at búgva tætt við hennara heim; og hava síðan vit dugdu at ganga, runnið oman til hennara. Altíð var hon klár við einum drekkamunni og var altíð so áhugað í, hvussu tað gekk í okkara lívi. Spurdi altíð eftir okkara vinum, skúla og arbeiði. Tá ið vit fóru út aftur hiðani, høvdu vit altíð kensluna av, at tað ikki var nakað í heiminum, sum vit ikki megnaðu; hon fylti øll við sjálvsáliti og sjálvsvirðing.
Tvey børn átti gumma, Sigrun og Heðin, og trý ommubørn fekk hon eisini gleði av at fáa. Hesi komu at búgva í Danmark fyrstu árini, tískil halda vit, at hon eisini sá okkum sum hennara egnu ommubørn.
Tá ið vit vóru lítil, arbeiddi gumma á einum bakaríi mitt í býnum. Ongantíð gingu vit framvið, uttan at vit fóru innar at tosa við hana. Altíð vóru vit væl móttikin, og ongantíð fóru vit útaftur, uttan at hon hevði givið okkum okkurt gott.
Gumma megnaði at fylla 80 ár, áðrenn hon fór heim til Jesus. Hóast 80 ár, sást tú ikki á gummu, at hon hevði livað í so nógv ár. Hon var so frísk og lívsglað, líka til sjúkan tók ræði á henni fyri einum ári síðan. Hóast hetta, hoyrdi tú hana aldrin gremja seg um sjúku.
Nógvar í tali vóru vinkonur hennara, so tað var týðuligt, at hon var væl dámd. Hetta sást eisini aftur í tíðini á sjúkrahúsinum, tí altíð vóru tær mangar í tali, ið vitjaðu hana, -líka til tað seinasta. Hesar sakna hana óivað nógv nú.
"Góða gumma. Takk fyri alt tú vart fyri okkum og alla familjuna. Vit sakna teg, men vit vita eisini, at tú vart móð og vildi sleppa heim. Tað er nú so tómt fyri okkum, at vit ikki longur kunnu fara at vitja teg, men ein dag síggjast vit aftur."
Má Harrin styrkja og troysta tykkum, ið eftir sita:
Julian, Heðin, Inga Maria, Sigrun, Bjarki og Rúni.
Ærað verður minnið um Mariu Vágstún.
Bill, Jórun og Alberta