Av tí, at vit vóru fleiri í bindiklubbanum, sum ikki høvdu høvi til at fylgja tær til títt síðsta hvíldarstað, vilja vit allar í bindiklubbanum minnast teg við hesum fáu orðum.
Góða Sólgerð! Ja, løgið er at samlast aftur í bindiklubbanum nú eftir summarfrítíðina og tú ikki ert ímillum okkum. Tað eru yvir 20 ár síðan, at tú komst upp í bindiklubban, og hava vit sjey hitst so at siga einaferð um vikuna í øll hesi ár, burtursæð frá feriunum. Og so við eitt ert tú ikki ímillum okkum. Ískiljandi. Í juli í fjør vóru vit í summarhúsi saman við Jyllandi, og hvør skuldi tá trúð, at tað skuldi verða seinasta útferðin hjá tær við bindiklubbanum. Sjálvt um sjúkan longu tá var byrjað, so segði tú onki um tað. Soleiðis var eisini alla tíðina, tú tosaði onki um sjúkuna, hevði tað altíð gott, faktisk líka til á páskum, tá sjúkan hevði fingið yvirvald. Men soleiðis var Sólgerð. Tosaði lítið um seg sjálva, hugsaði meira um onnur.
Tey gomlu var hon sera góð við, og tí var tað heldur ikki so løgið, at hon gjørdist fyristøðukvinna fyri Umlættingarheimið og Ellisheimið. Hugnakvøld og onnur tltøk saman við teimum komu fram um alt annað. Hon respekteraði og hevði stóra virðing fyri teimum.
Eitt, sum serliga sermerkti Sólgerð, var hennara tokki til børn. Sjálvt um hon ongi børn átti, so hevði hon stóra gleði av børnunum hjá Bjørg. Ein avgera góð mostir. Nú var tað sjálvandi ommudidd børnini, sum hon ofta tosaði um.
Børnini hjá okkum øðrum í bindiklubbanum mintist hon so sanniliga eisini til. Altíð til reiðar við einari hjálpandi hond, tað verið seg til barnadóp, føðingardag, konfirmatión ella brúdleyp.
Sólgerð hevði eitt lætt sinni, var løtt at koma í kontakt við og gjørdi altíð nakað burtur úr merkisdøgum. Dámdi at samla fólk. Tað síðsta hon mangan tosaði um, var at halda silvurbrúdleyp, sum skuldi verða í november í ár, men tað náddi hon so ikki.
Við hesum orðum vilja vit allar, góða Sólgerð, takka tær fyri mangar góðar, skemtiligar og minnisríkar løtur.
Sorgin og saknurin hjá tær Palli man vera ógvuliga stórur. Tit bæði vóru so nær knýtt at hvørjum øðrum. Okkara tankar leita mangan til tín, og má Harrin styrkja teg í stóru sorg tíni. Eftir hava vit øll mong og góð minnir um Sólgerð, og tað er nakað, sum ikki verður tikið frá okkum.
Ærað verið minnið um Sólgerð
Så stakket er livet hernede
å, hvorfor forstår vi dog ej
at sol og af smil at sprede
et væld på hverandres vej.
Bindiklubburin