Til minnis um Sannelenu á Lofti

Tað var við sorgblídni, at tað frættist týsdagin, at Sannelena var farin. Hon var blivin gomul, hevði fylt 100 ár 1. mai. Hon var til fyri kortum so byrg, sum fáur í hesum aldrinum. Men fyrst í januar gjørdist hon so illa sjúk, at tað gjørdist ein uppiborin hvíld, nú hon slapp.

Eg kom at kenna Sannelenu rættuliga væl. Komi javnan til Eiðis, og tá var ofta farið inn á gólvið hjá Sannilenu. Hon var eitt lívstykki sum fáur. Var altíð í góðum lag og so sera skemtingarsom. Hon mintist væl og dugdi so væl at siga frá. Tíbetur er nógv av hesum varðveitt. Útvarpið hevði fyri nøkrum árum síðan eina røð av samrøðum við hana, og Svenning, sonurin, man hava skrivað nakað væl niður eisini.

Sannelena hevði eina greiða støðutakan til stórt sæð alt, eisini politikk. Hon vildi eisini sleppa at seta sín seinasta kross til valið fyri kortum, og her var eingin slingur í valsinum!

Her skal verða nevnt eitt stuttligt dømi um hennara støðufesti. Eg tosaði við hana og hevði ein stubba Sosialinum í samband við hennara 99 ára føðingardag. Hon greiddi frá, at mamman var Súsanna og fosturpápin var Jákup Michael Hansen. Hetta kundi geva eina ábending av, at Sannelena er fødd uttanfyri hjúnarlag, og tað var hon eisini. Spurdi Svenning, um eg ikki bert skuldi skriva pápin heldur enn fosturpápin, so slapst undan at nakar fór at hugsa um tað. Nei, helt Svenning, at tað skuldi standa, sum hon hevði sagt tað. Gamla hevði neyvan góðkent nakað annað enn tað, sum hon hevði sagt. Hon helt ikki, at hetta var nakað at káva útyvir, og so skuldi tað heldur ikki gerast!


Eitt stuttligt upplivilsi var tá ið Dávur í Tjørnuvík, tá 95 ár, kom inn á gólvið hjá Sannelenu í ringum skørum, eftir at EB/Streymur hevði mist føroyameistaraskapin á stokkinum í 2006. Tey bæði fóru at tosa um gamlar dagar í Tjørnuvík, og skjótt hevði Dávur gloymt alt um tapta fótbóltsdystin. Tað var eitt spennandi prát um eina tíð, eingin kann ímynda sær í dag.

Tey blivu trý systkin. Hini vóru Hans Michael og Herborg. Tá ið Sannelena fór úr skúlanum var vanligt hjá gentum at fara út at arbeiða. Men hetta lá ikki fyri hjá henni, tí mamman var sjúklig. Tískil støðgaði Sannelena heima, har hon gjørdi alt vanligt konufólkaarbeiði sum tá var.

Men tá ið Sannelena var 17 ár, fór hon til Havnar at vera í húsi hjá Jens Paula í Dali, sum hevði navigatiónsskúla heima hjá sær sjálvum. Her var nóg mikið at gera. Men skjótt vóru boð aftur eftir Sannelenu at koma heim aftur at hjálpa mammuni. Men hon mátti so lova at koma aftur til Jens Paula, um hann sendi boð eftir henni, og tað gjørdi hann eisini.

Tað rann saman millum hana og eiðisdrongin Jóan Petur, vanliga nevndur Pedda, á Lofti. Men hon var ikki til reiðar at giftast so beinanvegin. Hon vildi fyrst sleppa til Havnar at læra at seyma hjá Fíu, konu Wensil Petersen.

Í hesum sambandi hevur Sannelena fyrr greitt frá eini serligari hending, sum væl tolir at vera endurtikin.


Tá Sannelena misti vinmannin við “Ernestinu”

Hetta var í 1930 í samband við hendingina við Ernestinu, sum fór á land á Suðurlandinum, og 9 mans umkomust. Millum teir vóru feðgarnir Jógvan Elias og sonur hansara Jógvan Hendrik, kallaður Henge, úr Tjørnuvík.Tey vóru rættiliga javngomul, vóru vinir og í ætt. Mammurnar vóru systkinabørn. Tey plagdu altíð at spæla saman, og tey vóru altíð so ómetaliga væl. Henge var júst farin uppí Losjuna á Eiði, sum tá var í blóma. Hetta vísti, at hetta var ein drongur við stirðil og vilja. Hann fekk til tað síðsta víst, at hann meinti tað við at halda seg frá rúsdrekka. Hann hevði føðingardag tann 31. mars, tá hann vildi fylt 21 ár. Og heldur enn at skeinkja fyri manningini keypti hann ein kassa av sigarum at bjóða føðingardagin umborð. Men hetta náddi hann ikki.Sannelena minnist sera væl seinastu ferð, hon var saman við Henga. Hetta var um føstulávint, júst tá hon skuldi fara til Havnar at læra at seyma.Fyrsti partur av leiðini skuldi vera at ganga suður á markið millum Tjørnuvík og Haldarsvík, sum er ein hampiliga drúgvur teinur. Hagar skuldi drongur hennara, Pedda, kom eftir henni av Eiði, og skuldi hon so fara av Eiði til Havnar.Men Sannelena hevði brúk fyri onkrum at bera viðførið fyri seg, og hetta gjørdist Henge. Hann var altíð so makaleysur, so hann játtaði at koma við henni, áðrenn hálvtalað var orðið.Tey skiltust so og væntaðu at síggjast aftur, tá skipini komu heim aftur.Sannelena fór so til Havnar, har hon búði í Qullingsgarði hjá Vensel Petersen. Men so var tað eitt kvøldið, tá hon skuldi fara til songar. Tá hoyrdi hon eitt slíkt merkiligt skav. Hon fór at hyggja, men varnaðist einki. Hon hoyrdi skavið stóran part av náttina og fekk illa sovið. Um morgunin spyr hon húsfólkið, um tey hava hoyrt nakað. Nei, tað høvdu tey ikki. Hon spurdi, um tey áttu nakra kettu, sum kann hava verið orsøkin. Nei, hetta var so heldur ikki frágreiðingin.Hvussu var og ikki, seinni vísti tað seg, at tað var júst hesa náttina, at vinmaðurin slerdu út av “Ernestinu”. Tað var sjálvsagt sera sárt hjá Sannelenu at frætta hesi tíðindi, og hon fór eisini til Tjørnuvíkar at fylgja. Hon keypti ein krans frá Petur Alberg. Petur pakkaði kransin væl í eina eskju, so hon kundi hava hann í hondini, tá hon fór fyrst við bát og síðan til gongu tann langa teinin norður til Tjørnuvíkar. Og tað var syrgiligt at síggja hesar tvær kisturnar inni í stovuni hjá mammuni Kellu. Sannelena uppkallaði sítt fyrsta barn eftir feðgunum báðum. Dóttirin eitur nevniliga Herdis Elina.

Klár at giftast


Seymiskeiðið vardi í tríggjar mánaðir, og seinni í lívinum kom hon at seyma mangt plaggið uppá seg og síni. Nú var Sannilena klár at giftast, og tey giftust í 1930.

Fyrsta árið búðu tey í Tjørnuvík og síðan fluttu tey til Eiðis. Sannelena tók til, hvussu góða hjálp, hon fekk frá vermammuni Súsannu, tá ið hon kom í húsið.

Pedda var fiskimaður, og hon segði, at "eg havi altíð verið so góð við sjómenninar. Tað, teir forvinna, eru dýrt keyptir pengar."



Tey bæði fingu børnini Herdis, Selmu, Kobu, Sigmund, Svenning, Jónsvein og Olaf, sum druknaði í 1955 dagin fyri sín átta ára føðingardag. Hetta var ein dyggur smeitur.

Tað var stuttligt at vitja Sannelenu. Hon búði alla sína tíð heima. Men seinnu árini hava børnini skift um at vera hjá henni. Var altíð vælkomin, og tað gekk ikki leingi, áðrenn drekkamunnur var á borðinum. Hetta vóru minniligir drekkamunnar saman við øllum tí, sum Sannelena dugdu at greiða frá. Og ikki minst vegna hennara káta lyndi.

Saknur verður at koma aftur til Eiðis og ikki hava Sannelenu at vitja. Men tað var stuttligt at kenna hana, og hon verður ikki gloymd.


ó.