Til minnis um Vilgerð Astridardóttir Hansen

Góða Vilgerð! Ein seinasta heilsan frá okkum. Tað var sera tómt at koma inn til Andreas í síðstu viku, eftir at tú vart farin, tú fylti so nógv við tínari persónligheit, tú vart tann, ið vit altíð kundu tosa við um alt, og hvar vit altíð kundu fáa okkurt lýst, ið vit kanska ikki vistu so nógv um

Tú vart ein sum altíð spurdi til familjuna og vildu vita, hvar og hvat vit gjørdu, og ikki minst hvussu vit høvdu tað.
Tú vart nakað serligt, tað eru vit jú øll, men tú vart nú burturúr. Tá ið tú komst aftur úr Indiu, og fekk eitt gott lív her í Føroyum, koma vit meira regluliga saman, fyrst úti í Hornabø, og nú ikki minst tá ið tú hevði hitt Andreas, sum tú giftist við, eg minnis so væl, tá ið tú hevði møtt Andreas, hvussu glað tú vart, tað sást so væl á tær, at nú hevði tú funnið lukkuna, tú segði so ofta, tá vit vórðu saman, eg eri so góð við Andreas. Andreas var eisini góður við Vilgerð, ein dagin Vilgerð ynskti sær fugl at eta, og tey ongan átti, fór Andreas líka út í Svínoyarhavið at skjóta nakrar fuglar, uttan at Vilgerð vist av tí, um hon so orkaði at eta nakað av tí, veit eg ikki.
Tú og Andreas fingu bert ov stutta tíð saman, men vit mugu boyggja okkum, tá ið Gud vil hava okkum heim til sín.
Góða Vilgerð, nú ert tú saman við pápa tínum, mammu tínu og beiggja tínum »Meinert«, sum tú misti fyri júst hálvum ørðum ári síðani, bert 59 ára gamal.
Vit ynskja eisini at senda Andreas eina hjartans tøkk fyri, hvussu væl vit vórðu móttikin í heimi hansara, hvussu hugnaligt vit mangan hava havt tað saman, tá vit eru komin ein túr til Havnar, fingu mangt gott prát yvir ein drekkamunn, og ikki minst at síggja, hvussu gott tit høvdu tað saman við børnunum og abbabørnunum, tað var virkuliga fyrimyndarligt at síggja, hvussu væl tit øll komu út av tí saman, og síðan at síggja tey lítlu børnini, nú Vilgerð omma var blivin sjúk, hvussu góð tey vórðu við hana, og hon við tey, eisini svigarbørnini, virkuliga so behagilig fólk at verða saman við.
Vit ynskja, at hetta bandið, ið vit hava knýtt við familju tína Andreas, ígjøgnum Vilgerð ikki verður slitið. Góði Andreas við familju, og Manege, og tú góða Karin, einasta syskin, ið er eftir, tú passaði systir tína so væl teir sístu mánaðirnar og gjørdi tað møguligt, at hon kundi verða so leingi heima.
Vit ynskja, at Harrin má verða hjá tykkum og styrkja tykkum í komandi tungu tíð.
Æra verið minni um Vilgerð.

Katrin við familju