Eg skal viðganga, at eg græt, tá eg hoyrdi deyðsboðini av Olafi mikudagin, hóast boðini vóru væntað. Sum umstøðurnar vórðu, var hetta tað besta, sum kundi henda honum nú. Men tað var ræðuligt at eygleiða, hvussu ein maður, sum fyri bert tveimum mánaðum síðani hevði eitt eftir umstøðunum gott lív, skuldi fáa hetta oyðilagt á ein so meiningsleysan hátt bert 63 ára gamal.
Olaf var sonur Elias Johansen, ættaður úr Rættará í Havn, og Doru f. Gregersen, ættað úr Syðrugøtu.
Hann hevði ein vanligan ungdóm og giftist ungur við Randi, dóttir Bjørghild og Ejler Jørgensen. Tey fingu skjótt Guðrun og seinni Súsannu.
Olaf fór at arbeiða á Búskaparráðnum, og hann stóð fyri hagtølum viðvíkjandi rakstur av fiskiskipum og fiskimannainntøkum, sum tá vóru eitt frambrot.
Olaf kom í 1975 at arbeiða á fiskimannafelagnum og komu vit at arbeiða saman í meira enn 30 ár.
Hesa tíðina menti FF seg til at gerast eitt felag, sum kundi vísa á størstu úrslit fyri sínar limir. Skaptar vóru millum annað fortreytir fyri heimsins fremstu fiskiskipum og nógv onnur framstig hjá fiskimonnum.
Hetta var ikki skapt við buldur og brak men við sakligum og undirbygdum arbeiði. Eitt tað týdningarmesta var, at vit báðir í felag fingu ment helst heimsins bestu hagtalsskipan fyri veiðu og inntøkur hjá fiskimonnum. Hesa skipan vóru tað enntá fiskivinnufólk frá ES, sum misuntu okkum.
Hagtalsskipan var ein styrki hjá FF í samráðingum og í sambandinum við almennar myndugleikar, har eisini eru fingin stór úrslit sum t.d. skattaskipan, bøtt inntøkutrygd og MVG frítøku fyri sjóklæði v.m.
Eingin ger nakað einsamallur. Tað er altíð neyðugt at hava dugnaligt fólk afturat sær. Her var Olaf ein fongur. Hann hevði altíð hugskot um, at tað, sum var gott, kundi gerast betri. Fyrstu árini vóru hagtølini gjørt við roknimaskinu og kúlupenni. Seinni við EDV, sum Olaf eisini var við til at menna. Olaf var sera nærlagdur, og tað kundi ikki setast ein fingur á hansara arbeiði.
Olaf brendi fyri fiskimenn og legði sína sál í sítt arbeiði. Hann kundi siga sína meining, eisini við meg. Hann kundi eisini geva reiðarum av grovfílini, tá tørvur var á tí. Men hetta var kortini gjørt á ein slíkan hátt, at eingin illstøða stóðst av tí. Olaf var botnheiðurligur, tað var ikki farri av falsi í honum. Hetta kann staðfestast enn tann dag í dag.
Raktur av brotasjógvum
Seinnu árini varð Olaf raktur av brotasjógvum, sum kundu sligið mong út, men Olaf hevði eina slíka sálarliga styrki, at hann fótaði sær hvørja ferð.
Byrjanin var at tvíburabróðurin Dagbjartur fekk sjúku, sum oyðilegði hansara nýru. Olaf var beinanvegin fúsur at lata beiggja sínum eitt nýra. Men sjúkan var so háttað, at hetta miseydnaðist. Hetta var eisini eitt bakkast fyri teir báðar. Enn størri bakkast var tað, at Dagbjartur doyði í 2003.
Olaf kom at ásanna, at ein vanlukku kemur sjáldan einsamøll. Konan Randi gerst deyðiliga sjúk og doyr í 2004. Meðan hon stríðist hendir tað vanlukkuliga hjá Olafi, at hansara eina nýra eisini gongur fyri. Ta ferðina mundi hann doyð.
Nú gjørdist Olaf heftur av dialysuviðgerð tríggjar dagar um vikuna. Hann hevði tó vónir um at fáa eitt nýtt nýra. Tað tyktist eisini eina ferð at vera møguleiki fyri tí, men sjúkan gjørdi, at ætlanin varð slept. Hetta var enn eitt bakkast.
Olaf vísti framvegis sína sálarligu styrki. Ongantíð merkti eg, at hann tók synd í sær sjálvum ella at hann gramdi seg. Hann tók støðuna, sum hon var, og vildi fáa mest møguligt burtur úr henni.
Hann var realist. Frá royndunum av beiggjanum metti hann seg bert hava avmarkaða tíð eftir at liva, kanska nøkur fá ár enn. Men hann roknaði kortini við at kunna hava eitt eftir umstøðunum normalt lív, ta tíðina hann hevði eftir. Hann vildi arbeiða eftir førimuni og samstundis kunna vera nakað fyri sínar døtur og síni fýra abbabørn. Framvegis var hann hampiliga væl fyri. Hann svam javnan og røkti síni hús væl og virðiliga.
Á mikkjalsmessu var einki sum bendi á, at hann skuldi hava so stutta tíð eftir.
Men tá hendi hetta seinasta bakkastið, sum er væl kent.
Hvussu dygt hetta tók honum gongur sjón fyri søgn í dag. Men nú kendi Olaf rættuliga hitan frá medmenniskjum. Øll fólk við samvitsku og rættisvísiskenslu trúðu honum og slógu ring um hann. Tey vóru heldur ikki fá, sum vístu sína støðu alment, hóast tann ágang, sum tey fingu afturfyri, og sum vísir, hvørjar kreftir Olaf var upp ímóti. Fyri tað kann hann fara í friði í grøvina.
Tey, sum stóðu fram, koma at standa sum varðar framyvir sum fólk, sum tordu at seta seg upp ímóti eina framferð sum hana, vit hava sæð.
Sjálvt á deyðastrá vísti Olaf sína styrki. Hann visti væl, hvønn vegin tað bar. Men hetta tók hann eisini sum ein maður. Hann skemtaði og kundi eisini vera speiskur nærum til tað seinasta. Á sjúkraleguni var hann umgivin av næstringum, vinum og mongum góðum fólkum. Framvegis hevði hann umsorgan fyri vinum og gomlum starvsfeløgum.
Hetta er ein syrgilig søgu. Men vit eru mong, sum fara at minnast Olaf sum ein heiðursmann og sum tað framúr menniskja, hann var.
---------
Óli