Áttandi hvør arbeiðstakari í Noregi er útlendingur, og sambært einari meting hjá Norges Bank koma metnógvir útlendingar til Noregs at arbeiða tey næstu trý árini.
Tølini vísa, at um ársskiftið 2009-2010 arbeiddu 326.000 útlendingar í Noregi. Tað vil siga, at 13 prosent av arbeiðsmegini vóru útlendingar,og tað er tvær ferðir so nógv sum fyri átta árum síðani.
Norges Bank sigur, at gongdin fer at halda fram, og at vøksturin fer at seta nýtt met á hvørjum ári til 2014.