Til Palmu og Bjarna á diamantbrúdleypsdegnum

Nýggjársaftan kunnu hjúnini Palma og Bjarni Dal-Christiansen halda diamantbrúdleyp.

Bjarni er føddur 4. oktober 1924 í Havn. Foreldrini vóru Sophus Christiansen og Anna Paulina Dal-Christiansen, sum bæði vóru úr Havn. Bjarna minnast tey flestu sum tann hóvliga og samvitskufulla hýruvognsføraran í mong Harrans ár.

Palma er fødd 4. juni 1927 á Skála. Foreldur hennara vóru Petur Rasmussen av Skála og Johanna Rasmussen, fødd Gregersen, úr Gøtu. Palma man vera best kend sum handilskona, har hon blídliga hevur hjálpt mongum at velja júst rætta klæðið til gardinur og mangt annað.

Børnini eru tvey, Annelin og Kári, og tey, eins og svigarbørn, ommu- og abbabørnini, Katrin, Bárður, Bjarni, Jákup, Magnus og Leiki, og nú ikki minst langommu- og langabbabørnini Markus, Aimelia og Tóki eru alt hjá tykkum, og stór er frøin, at tit nú hava tey øll um tykkum henda tykkara stóra dag.

Ymisk eru tit bæði, men er tað kanska júst tað, sum ger, at tit supplera hvørt annað so væl. Hjá Palmu er altíð “fulldrøn á kassan”, meðan Bjarni heldur seg meira handan kulissurnar, men væl dámar honum tó at vera saman við fólki, og manga góða veit hann at fortelja.

Nú,tit kunnu halda tykkara 60 ára brúdleypsdag, rennur mær í huga ein hending, tá eini hjún fóru á matstovu at eta ein góðan bita í sambandi við 30 ára brúdleypsdag teirra. Tænarin, ein ungur maður, spurdi, hvat tey feiraðu. Jú, “30 ára brúdleypsdag,” søgdu tey. Tá glapp úr hesum unga manninum: “30 ár, kann man tað?” Hesum hava vit mangan flent at, so um tit fóru á somu matstovu í dag, so hevði hesin unglingi helst verðið dupult so kløkkur!

Nú, tit hava livað saman í 60 ár, kunnu vit bara ásanna, at tað ber til. Hjúnalag tykkara er fyrimyndarligt, tit stuðla hvørjum øðrum og eru altíð til reiðar við eini hjálpandi hond, tá á stendur, ikki bara til tykkara nærmastu, men hjálpsemi tykkara røkkur langt út um eingjargarð. Hetta hava eg og míni mangan notið gott av, tøkk fyri tað.

Merkisdagar hava tit altíð hátíðarhildið saman við familju og vinfólki, og diamantbrúdleypsdagurin verður onki undantak. Henda dagin hava tit valt at halda í Starvsmannafelagshúsunum millum kl. 11 – 15, og mong munnu tey verða, ið fara at leggja leiðina framvið at heilsa upp á tykkum.

Góðu Palma og Bjarni! Hjartaliga til lukku við degnum og Guds signing í komandi tíð.

Blíðar heilsanir frá mær og mínum.
----------
Ella