Til reiðar at niðurleggja fiskimálaráðið og uttanríkisráðið

Javnaðarflokkurin tekur undir við, at bæði fiskimálaráðið og uttanríkisráðið verða niðurløgd fyri at finna sparingar á fíggjarlógini. Í grein í Sosialinum mánadagin fegnast John Johannessen, politiskur formaður Javnaðarfloksins, um útsøgnirnar hjá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni í Degi og viku, har hann nevnir møguleikan at niðurleggja bæði fiskimálaráðið og uttanríkisráðið fyri at spara pening.

Javnaðarflokkurin ásannar, at tað verður neyðugt við sparingum, men í eini viðmerking til støðuna, ger John Johannessen púra greitt, at fleiri skerjingar á vælferðarøkjunum verða ikki góðtiknar.

Hann sigur, at gongdin í sjeyti- og áttatiárunum hava víst, at fyri at røkka úrslitum, er tað ikki neyðugt við forkromaðum uttanríkisráðum, sum hann málber seg.

Samstundis saknar John Johannessen eit útspæl úr fiskimálaráðnum upp á, hvussu fiskivinnan skal umskipast.

- Her má okkurt henda og merkir tað, at tað verður neyðugt at niðurleggja fiskimálaráðið, er Javnaðarflokkurin eisini til reiðar til tað, so at eitt veruligt vinnumálaráð kann skipast ístaðin, sum umsitur alla vinnu.