– Fer Sirið Stenberg at fylgja tilmælinum, eri eg til reiðar at fara víðari við málinum.
Tað sigur Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, og kommunulækni. Hann hevur gingið á odda í royndunum at gera tað lættari hjá sjúklingum í Føroyum at fáa viðgerð við kannabis-heilivági og tvær ferðir hevur hann havt málið til umrøðu í Løgtinginum.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur alla tíðina sagt, at hon hevur bíðað eftir einum heilsufakligum tilmæli frá Landslæknanum og Landsapotekarunum, og so fer hon at taka støðu.
Tað tilmælið er komið og fyri stuttum segði Sirið Stenberg, at nú fór hon at viðgera tað. Men hon hevur eisini sagt, at hon ætlaði at fylgja heilsufakligu ráðunum á økinum.
Ger hon álvara av tí, skulu føroyskir sjúklingar ikki geva sær stórvegis vónir um at fáa lættari atgongd til kannabis- heilivág, tí Landsapotekarin og Landslæknin mæla frá at broyta reglurnar.
Teir siga, at føroyskir sjúklingar hava atgongd til kannabis-heilivág eftir ávísum reglum og teir síggja onga orsøk til at broyta tær.
Men Jenis av Rana er alt annað enn samdur. Hann sigur, at sum mannagongdin er nú, er tað alt ov trupult at fáa fatur á kannabis-heilivági.
– Tað eru bara serlæknar sum kunnu geva hendan heilivágin, men fyrst skulu teir fáa serloyvi frá landslæknanum. Og eg haldi, at øll vita, hvussu leingi tað er at bíða eftir at sleppa til ein serlækna, sigur Jenis av Rana.
Hann sigur, at honum er upplýst at tað kunnu kommunulæknar eisini fáa, men mannagongdin er so tvørlig, at hann veit ikki um nakran, sum er farin í holt við tað.
Og hetta merkir, at munur verður gjørdur á sjúklingum, tí sjúklingar, sum hava ein lækna, ið ikki hevur álit á kannabis-heilivági, sleppa ikki framat hesum heiliváginum, samstundis sum at sjúklingar við einum øðrum lækna, fáa hann-
Jenis av Rana sigur, at í Danmark hava heilsumyndugleikarnir eisini verið trekir at geva læknum fríari ræsir at geva sjúklingum kannabis-heilivág.
Tí hevur Fólkatingið nú tikið teir av ræðið og hevur samtykt at fara undir eina fýra ára royndartíð, har kommunulæknar fáa fulla heimild at geva ávísum sjúklingum heilivág við kannabis, akkurát sum teir hava heimild til at geva allan annan heilivág.
Lógin verður lagt fyri Fólkatingið í næstum og kemur í gildi á nýggjárinum og tá kunnu danskir kommunulæknar geva ávísum sjúklingum kannabis-heilivág eftir nærri reglum. Og Jenis av Rana sigur, at fylgir Sirið Stenberg tilmælinum frá Landslæknanum og Landsapotekaranum, fer hann at leggja uppskot fyri Løgtingið um at taka hana av ræði.
Í hesum sambandi vil hann hava Løgtingið at samtykkja, at Føroyar krøkja seg upp í donsku royndirnar, so at sjúklingar við ávísum sjúkum kunnu fáa fríari atgongd til kannabis-heilivág.
Hann sigur, at er onki hent, tá ið danska lógin er lagt fyri Fólkatingið, fer hann at leggja uppskot fyri Løgtingið, har hann fer at biðja Løgtingið samtykkja at krøkja Føroyar upp í donsku royndarskipanina.