Til Sjúrða Skaale

Góði Sjúrður.

Tað harmar meg almikið, at tú legið til brots heimafturkomin á klettarnar við at kalla sjálvstýrislógina hjá Javnaðarflokinum fyri fupp og svindil og populistiska og ábyrgdarleysa propagandu.

Tá Javnaðarflokkurin síðsta heyst fór undir at orða ítøkiliga innihaldið í tí sjálvstýrislóg, ið flokkurin hevur havt á skránni í áravís, men ikki hevur fingið gjørt ítøkiliga fyrr enn nú, fór flokkurin undir eina demokratiska prosess, ið hevur umfatað stóran part av limum floksins og onnur.

Úrslitið er tað, ið allar flestu limir floksins standa inni fyri á sjálvstýrisleið og floksins boð uppá gongda og skynsama leið framá.

Áðrenn uppskotið um sjálvstýrislóg bleiv endaliga orðað og almannakunngjørt, bleiv tað viðgjørt í floksleiðsluni, har øll lokalfeløgini eru umboðað, í tingmanningini og saman við royndum fólki í flokkinum.

Síðan hevur tingmanningin verið í nærum øllum valdømum fyri at kjakast við limir og áhugað um uppskotið um sjálvstýrislóg.

Eg harmist um, at tú, ið annars hevur stuðlað flokkinum í mongum førum, kallar arbeiði okkara fyri fupp og svindul, uttan at tú á nóg sakligan hátt greiðir frá, um tú heldur, at vit í flokkinum við beráddum huga hava lagt so nógva orku í at villleiða fólk, ella um tú meinar, at vit trúgva uppá eina skipan, ið løgfrøðisliga ikki ber til.

Í næstu grein tíni viðger tú moralska støðið í Javnaðarfokkinum og sigur at enda í stuttum, at støða floksins í sjálvstýris/fullveldismálinum fer at skaða flokkin og tey sjónarmið, hann hevur á øðrum økjum, og at tað jú hevði verið spell.

Nú veit eg ikki, hvat ið tú leggur í orðið spell, men í tínum samanhangi ljóðar tað ikki, sum um tað er tann stóri skaðin fyri føroyskan politikk, um Javnaðarflokkurin, tí hann hevur øst teg við innihaldinum í sjálvstýrislógini, framyvir bert verður ein viðfáningur.

Í staðin fyri at loypa á á henda hátt, kundi tú sett teg í samband við flokkin, sum annars ikki er tær fremmandur. Tá hevði verið møguligt at verið ósamdur á sámuligan hátt.

Allar góðar kreftir eiga at arbeiða saman hóast ósemjur. Vinstravongurin oyðileggur alt ov nógv fyri seg sjálvan við at stara seg blindan á feilirnar hjá hvørjum øðrum, heldur enn at savnast um tað, ein er samdur um at fremja ella verja. Ágangurin á vunnin rættindi hjá lønmóttakarum, bæði á arbeiðsmarknaðinum og politiskt, verður ikki minni framyvir.

Eg vil minna á, at Javnaðarflokkurin, ið er sprottin úr fakfelagsrørsluni, er ella eigur at verða flokkur fyri fólk, ið fyrst og fremst trúgva uppá javnaðarhugsjónina, fólk, ið vilja, at vit skulu hava javnbjóðis rætt til útbúgving, arbeiði, sjúkuviðgerð, mentunarlív og reint umhvørvi. Vilja varðveita og menna eina solidariska sosiala trygd sum roknast kann við, um ein gerst arbeiðsleysur, sjúkur ella raktur av vanlukku. At fíggingin skal verða solidarisk, soleiðis at tey, ið tjena mest eisini lata mest til felagsskapin.

Uttan atgongd og luttøku í felagsskapinum, verður frælsi virðisleyst. Fyri Javnaðarfólk gongur felagsskapur og solidaritetur tvørtur um landamørk.Tað avgerandi fyri okkum í Føroyum verður bæði her heima og og í samvinnu við onnur, framhaldandi at stríðast fyri at seta mørk fyri, og at stýra marknaðarkreftunum, fyri at tryggja fólki sosialt rættvísi og fyri lønmóttakaran burðardygga menning.

Hesi virðini eiga at fylla nógv hjá Javnaðarfólki, og tí provokerar tað meg, at tey bert fáa eitt »spell« við á vegnum.

Eg stúri fyri tí degi, tá vit skræða føroysku tjóðina í tvey, tí ávísir politikarir, ikki hava stundir at bíða eftir og syrgja fyri at fólkið er við, men skulu hava tjóðskaparligt frælsi, óansæð um hetta kann viðføra t. d. láglønarsamfelag og heilsuskaðiligt arbeiðsumhvørvi.

Eg havi ikki lagt meg stórvegis út í fullveldiskjakið, tí onki konkret enn er komið frá landsstýrinum um, hvussu ætlanin skal førast út í lívið, og hvussu ætlanin m. a. kemur at ávirka okkara vælferðarskipanir, ið tey flestu í dag av misgávum halda eru ein sjálvfylga.

Tá nú bókin kemur, hvít ella ei, tá verður m. a. spennandi at síggja eina løgfrøðisliga niðurstøðu um, hvussu ein t. d. útdelegerar uppgávur og ábyrgd av málsøkjum millum suverenar tjóðir. Hartil vóni eg, at ætlan landsstýrisins ikki endar við, at góðar milliónir ikki bert verða avloystar av fantasiliónum.

At enda Sjúrður, tá tú nú dømir okkum sum populistar og ábyrgdarleysar propagandistar, hvat heldur tú so um, at Kongshúsið hevur fingið prioritet sum avgerandi institutión í fullveldinum Føroyar?


Kristian Magnussen, løgtingsmaður