Súsanna Danielsen
stjóri
Vanlig mannagongd er, at samskifti millum Løgtingumsiting og uppskotssetara, áðrenn mál verða løgd fram, ikki kemur alment fram, men nú løgmaður leggur ábyrgdina fyri gongdini í málinum á umsiting Tingsins, loyvi eg mær at koma við hesi lítlu frágreiðing..
Sambært tingskipanini § 22, stk. 1 ansar Løgtingsskrivstovustjórin m.a. eftir, at øll tingmál eru løgfrøðiliga røtt.
Uppskot til samtyktar um at seta Hoyvíkssáttmálan í gildi kom á skrivstovu Tingsins umleið 20. september seinasta ár.
Tá hugt var eftir uppskotinum, varð greitt, at uppskotið ikki var sambærligt við § 52, stk. 3 í stýrisskipanarlógini, sum er soljóðandi:
§ 52. Stk. 3. Samstundis sum slík avtala verður løgd fyri løgtingið til góðkenningar, boðar landsstýrið frá, hvørjar løgtingslógir og hvørji ríkislógartilmæli, neyðug eru, til tess at millumlandasáttmálin kann verða útintur.
Orsøkin var, at tað við einum hálvum eyga sást, at yvirliti yvir tær lógir og tey ríkistilmæli, sum vóru neyðug fyri at sáttmálin kundi verða útintur, var ófullfíggjað, og Løgtingsumsitingin helt ikki, at eitt generelt fyrivarni var nógmikið sambært regluna í § 52,stk.3.
Løgmansskrivstovan var gjørd varug við henda trupulleikan, og viðurkendi henda. Síðan fór fram nógv orðaskifti umvegis telefon, og nógvir teldupostar vóru sendir aftur og fram, og var endin, sum vit øll vita tann, at sáttmálin var lagdur fyri Tingið sum lógaruppskot tann 19. oktober 2005.
Á henda hátt var sloppið uttan um regluna í § 52, stk. 3 í stýriskipanarlógini og slapst eisini undan, at fara gjøgnum alt lógarverkið at kanna um hvørjar broytingar skuldu gerast í sambandi við at sáttmálin kom í gildi, tí við at gera hann til lóg vórðu lógirnar samstundis broyttar , og var sloppið undan vandanum fyri møguligari landsstýrismannaábyrgd um okkurt varð gloppið burtur ímillum.
Løgmaður vísti í samrøðuni eisini á, at reglan um burturvísn eftir § 57 stk. 1 ikki var brúkt.
Við at loypa uppum regluna í § 52, stk. 3 og leggja málið fram sum lógaruppskot var eisini sloppið undan, at málið var viðgjørt eftir reglunum um burturvísn, tí lógaruppskotið var ikki beinleiðis í stríð við tær reglur, sum sambært § 57 stk. 1 pkt. 1-4, sum kunnu leggjast til grund fyri at mæla Tigninum til at vísa málum burtur.
Reglan í § 57, stk. 1 kann bert brúkast um mett verður, at eitt uppskot greitt er í stríð við tær reglur, sum eru nevndar har, men tað at uppskot ikki koma undir hesa reglu er ongin trygd fyri góðum lógarsmíði og lógargóðsku.
Løgtingið 4. mai 2006