Aftan fyri Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið standa tær tríggjar kommunurnar við Skálafjørðin, Nes – , Runavíkar- og Sjóvar kommuna.
Fólkatalið í hesum trimum kommunum er nú áleið 7.200, meðan fólkatalið var á leið 4.400, tá ið felagskapurin varð stovnaður tann 4. september í 1974. SKS fevnir um eitt rættiliga vítt øki, av Eystnesi og norður til Funnings.
Í tilbúgvingarnevndini fyri SKS eru teir tríggir borgarstjórarnir fastir limir, harafturat hevur Runavíkar kommuna tveir limir. Í stýrinum er eisini tilbúgvingarleiðarin og eitt umboð frá fútanum. Eisini møtir varatilbúgvingarleiðarin til fundirnar.
Í tilbúgvingarnevndini sita nú:
- Hans L. Djurhuus, sum umboð fyri fútan
- Sunleiv Højgaard, tilbúgvingarleiðari
- Pauli Poulsen,
- Terje B. Vestergaard og
- Tórbjørn Jacobsen fyri Runavíkar kommunu
- Hans Anders Jacobsen fyri Sjóvar kommunu og
- Súni í Hjøllum, fyri Nes kommunu.
- Vilhelm M. Olsen, varaleiðari, møtir eisini til fundirnar