Veiðiloyvi
Kári Petersen, búskaparfrøðingur, heldur, at tað, sum hevur verið avgerandi í broytingini í lógini um vinnuligan fiskiskap hesaferð, er, at møguleikin hjá tí almenna at taka pening fyri veiðiloyvi, sum tíðin líður, ikki gjørdist verri, enn hann var fyri lógarbroytingina.
- Vit hava havt væletableraða rættarpraksis, at tá tú keypir skip við loyvum, hava feløg havt brúksrætt – og ikki ognarrætt – til hesi loyvi í eitt ávíst áramál, og tað eru hesi viðurskifti, sum í nýggju broytingini ikki máttu gerast verri.
Eingi endurgjøld
Eisini var avgerandi í lógarbroytingini, sigur Kári Petersen, at feløg, sum reka vinnu, ikki fáa møguleikan at reisa endurgjaldskrøv móti landskassanum fyri mist ella skerd rættindi.
- Við nýggju broytingini kann landsstýrið skipa so fyri, at veiðiloyvi kunnu takast aftur, tá árið 2017 rennur út. Hesi kunnu tá útskrivast av nýggjum, samstundis sum peningur tá kann takast fyri rættindini, sigur hann.
Kári leggur dent á, at tað, sum var avgerandi at staðfesta í broytingini, var, at tað er landið, sum framvegis eigur rættindini til fiskiríkidømi – at hesi framhaldandi eru ogn Føroya fólks.
300 miljónir kr.
Búskaparfrøðingurin vísir á, at nógv skip og loyvir eru “handlaði” seinastu árini.
- Við hesum sølum sum grundarlagi, hevur verið roknað út, at veiðiloyvini eru verd einar 300 miljónir krónur um árið. Hesar miljónirnar eru munur millum tað, sum sjálvi skipini eru verd og tað, sum skip og loyvir eru seld fyri tilsamans. Á henda hátt kanst tú óbeinleiðis rokna út, hvat fiskirættindini eru verd, sigur Kári Petersen.
Orðingin í upprunaliga uppskotinum hjá Bjørn Kalsø um, at loyvið “verður” endurnýggjað, var av fleiri ikki hildin at vera nóg neyv.
Nú er so broytingin hon, at loyvið “kann verða” endurnýggjað – og tað er sambært løgfrøðingunum, sum nú hava úttalað seg um spurningin, avgerandi munurin.
Størri rásarúm
Kári Petersen sigur, at hevði landskassin fingið 300 miljónir krónur fyri veiðirættindini um árið, kundi skatturin hjá hvørjum einstøkum skattgjaldara – alt annað líka – verið lækkaður við 12.000 krónum um árið.
- Hjá einum hjúnum – ella einum húsarhaldi – hevði hetta soleiðis svarað til 24.000 krónur um árið, og tað er nógvur peningur at disponera yvir aftrat, sum búskaparfrøðingurin tekur til.
Hann heldur, at landsstýrið skuldi havt fylgt Búskaparráðnum, sum longu í ár 2000 gjørdi eitt uppskot um eitt nú fiskidagabanka.
- Eg haldi, at hetta var eitt gott álit, sum Búskaparráðið kom við, og høvdu myndugleikarnir havt framt hetta í verki longu tá, hevði landskassin longu havt fingið nógvar miljónir fyri veiðirættindi.
Virðismikil loyvi
- Sum eg nevndi, hava seinastu árini víst, at sjálvi loyvini eru nógv verd, tí rættindini eru “handlaði” fyri nógvar hundrað miljónir síðan ár 2000.
Kári vísir á søgur, sum hava gingið um, at eitt nú stórfelagið í Gøtu, sum eigur trý nótaskip, skal hava fingið í boði eina miljard fyri síni skip og loyvi.
- Um hesi tíðindi eru røtt, veit eg sjálvsagt ikki, men eingin ivi er um, at við teimum prísum, sum skip og loyvi eru handlað fyri í seinastuni, eru feløgini hjá Varðanum í Gøtu verd miljardina, sigur hann.
Kári Petersen vísir á, at tá ið Framherji keypti Krúnborg við loyvum fyri einar 350 miljónir krónur, var sjálvt skipið helst vert einar 100 miljónir krónur.
- Hinar 250 miljónir krónurnar eru so fyri tað, sum loyvini eru verd í 10 ár – ella einar 25 miljónir krónur um árið, sigur búskaparfrøðingurin.