Tann 1. januar verður tilfeingisgjald lagt á øll fiskirættindi, vit eiga, bæði á nær- og fjarleiðum
Tað staðfesti Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum leygardagin.
Sostatt verður hetta seinasta árið, føroysk skip sleppa at fiska ókeypis.
Løgmaður staðfesti eisini, at samstundis verður eitt brúksgjald lagt á allan aldan laks.
Annars verður tilfeingisgjald lagt á makrelin longu í ár.
Burðardygd
Løgmaður staðfestir, at vit eiga at broyta bygnaðin í fiskivinnuni so at hon byggir á aðalregluna um at hon skal verða altjóða viðurkend sum burðardygg.
Høvuðsendamálið við tí er, at vit fáa størri úrtøku og inntøkur úr okkara fiskastovnum.
- Allur fiskur eigur at landast um føroyskan keikant fyri at skapa virðisøking í vinnuni og útlendskur ognarskapur í høvuðsvinnuni eigur at avmarkast.
Men í yvirlýsingini, sum aðalfundurin samtykti eftir fundin, er orðingin eitt sindur bleytari, tí har stendur bara, at spurningurin um útlendskan ognarskap skal endurskoðast.
Tað eru nevniliga summi sambandsfólk, sum seta spurnartekin við um tað er rætt at avmarka útlendska ognarskapin, samstundis sum endamálið er at gera Føroyar til eitt íløguland og at útlendskar íløgur í føroysk vinnulív skulu vera kærkomnar.
Ímillum tey fremstu
Løgmaður staðfestir eisini, at fiskiríkidømið er ogn Føroya fólks, men ein brúksrættur kann verða latin fyri eitt ávíst tíðarskeið soleiðis at vinnan hevur tryggar karmar.
- Hetta áramál verður uppá í minsta lagi átta ár og í mesta lagi 12 ár sigur løgmaður.
- Vit eiga at seta okkum sum mál, at um fimm ár eru Føroyar millum fremstu lond í
heiminum, tá ið talan er um virðisøking av matvørum úr sjónum, sigur hann.
- Fyri at hava nakran møguleika at røkka hesum máli, er neyðugt at skipa
fiskivinnubygnaðin við færri og sterkari fyritøkum. Hetta er tað, sum skal til, fyri
at vit skulu verða fult kappingarfør við heimsins lond, bæði tá ið talan er um
burðardygga veiðu og kappingarførar virðisøkingareindir.
Løgmaður sigur, at ein kappingarfør virðisøkingareind kann vera antin skip ella virki, ella bæði.
- Men tað kann so sanniliga eisini tann strategiska leiðslan í hesum eindum, her hugsi eg um, at vit hava bestu vitan innan veiðu, framleiðslu á landi, marknaðarførslu og
sølu, segði Kaj Leo Holm Johannesen.
Tilfeingisgjøld
mugu ikki
forða vinnuni
Hóast løgmaður var rættiliga avgjørdur á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum um at tilfeingisgjald skal leggjast á allan fiskiskap næsta ár, eru tað onnur sambandsfólk, sum eru meiri ivingarsom.
Ein av teimum er Bjørn Kalsø, landstýrismaður í mentamálum.
- Vit skulu ansa eitt sindur eftir at vit ikki stara okkum fullkomiliga blind upp á tilfeingisgjald.
Hann hevur onki ímóti, at spurningurin verður viðgjørdur.
- Men vit skulu ansa eftir tá ið summu halda, at vit skulu taka tilfeingisgjald frá vinnuni til at typpa hol á fíggjarlógini við.
- Vit mugu ansa eftir, at vit ikki forða vinnuni at mennast, tí tað ber til at fáa munandi meiri burtur úr okkara fiskivinnu, áðrenn vit skrúva tinfeingisskrúvuna ov fast, legði hann afturat.
Eisini Johan Dahl, landsstýrismaður, mælir til varsemi
Hann staðfestir, at eftir hansara tykki tosa vit um at taka 120-150 milliónir í landskassan um árið í tilfeingisgjøldum.
Men tá ið løgmaður tosar um at leggja brúksgjald á aldan laks, er landsstýrismaðurin meiri varin.
- Tað er ikki viðgjørd í samgonguni, hvussu tað gjaldið skal vera, um talan skal vera um eitt víddargjald ella eitt framleiðslugjald.
- Eg síggi , at tað stendur játtanarkarmunum, men tað viðgerðina havi eg ikki verið við til, sigur landsstýrismaðurin.
- Tað snýr seg um at leggja tryggar karmar fyri vinnuna, men tað má gerast soleiðis, at tað ikki er ein forðing fyri vinnuna, tí má fáa rúmar ræsur at mennast, sigur Johan Dahl.