Lata vit ungfiskin fáa frið, kann samfelagið helst fáa hundraðtals milliónir meiri í inntøku av okkara fiskiríkidømi. Tað staðfesta tey fýra feløgini, sum hava vi fiskivinnuna at gera, Reiðarafelagið, Maskinmeistarafelagið, Skipara- og Navigatørfelagið og Fiskimannafelagið.
Tað er ikki ofta, at øll tey fýra feløgini hálsfevnast, men sum vít sóu á Portalinum í gjár, eru tey fullsamd um í eini almennari fráboðan, at tey fara ikki at góðtaka eitt tilfeingisgjald.
Men tey staðfesta eisini, at tað eru aðrir vegir at fara fyri at tryggja øllum landinum størri úrtøku úr fiskivinnuni.
- Lata vit ungfiskin fáa frið at veksa og ikki fiska hann, fyrr enn hann hevur gýtt fyrstu ferð, kunnu vit helst fáa hundraðtals milliónir meira burtur úr stovunum undir Føroyum, tí tá er hann so mikið stórur, at hann gongur í munandi betri prísi.
Feløgini sipa eisini til á hagtøl, sum vísa, at seinastu árini hava útróðrarbátarnir í bólki 5 veitt umleið líka nógvar toskar í tali, sum trolararnir, línuskipini og garnabátarnir tilsamans.
- Men avreiðingarvirðið hjá útróðrarbátunum í bólki 5 er bara 40% av avreiðingarvirðinum hjá hinum bólkunum.
Feløgini siga, at her skal eisini havast í huga, at hinir bólkarnir hava brúkt meginpartin av sínum fiskidøgum, men at útróðrarbátarnir í bólki 5 bara hava brúkt eina góða helvt av sínum.
- So her eru møguleikar fyri at økja royndina eftir smáfiski enn meira, nú toskastovnurin er í menning.
Tey fýra feløgini siga, at her eiga myndugleikarnir beinanvegin at taka neyðug stig.
- Her hevði kanska eitt tilfeingisgjald á ungfiskin verið ein møguleiki fyri at avmarka fiskiskapin, siga tey.