Tilhaldið 11 ár á baki

Sjálvan grækarismessudag verður opið hús í Tilhaldinum í Tórsgøtu í Havn, nú húsið hevur 11 ára føðingardag

Á Grækarismessu, hósdagin 12. Mars, hátíðarheldur Tilhaldið 11 ára føðingardagin.

Føðingardagurin byrjar kl. 14.00 og skráin er soleiðis:

Felagssangur

Vælkomin: Jákup Lindenskov, nevndarformaður

Felagssangur

Gestarøðari: Ingibjørg Berg, trivnaðarstjóri í Tórshavnar Kommunu

Felagssangur

Wanja Petersen, leiðari í Tilhaldinum sigur, at øll eru hjartaliga vælkomin at fáa sær ein drekkamunn og heimagjørda lagkøku í kjallaranum og á 1. hædd.