Øll eiga rættin til at fáa sær lærdóm og útbúgving. Hetta ein av grundarsteinunum undir samfelagi okkara, og hetta er við til at tryggja okkum eina framtíð. Hetta gevur okkum ikki minst møguleikan at forsyrgja okkum sjálvum og familjuni.
Mong eru, sum fara beinleiðis í læru ella á skúlabonk eftir fólkaskúlan, og sum nema sær eina útbúgving í ungum árum. Tó eru ikki øll, sum hava hegni ella møguleikan til tess.
Nøkur okkara hava í staðin tørv á einum steðgi frá lesnaði og at sleppa út at arbeiða.
Fyri summi gerst steðgurin tó longri enn upprunaliga ætlað, og tey stovna familju, áðrenn tey nema sær meiri lærdóm. Tá kann vera fíggjarliga trupult at fara undir lesnað ella í læru.
Hetta er ein orsøk til, at mong halda seg aftur, og hetta er ikki rætt! Tí skuldi landið traðkað til, so at til dømis lærlingar, sum hava børn og skulu forsyrgja eini familju, fáa eitt ískoyti. Soleiðis kundi tað borið til hjá foreldrum at farið í læru, uttan at verða fíggjarliga illa sperd.
ØLL hava rættin til útbúgving, og orsøkin til, at man heldur seg aftur, skal ongantíð vera fíggjarlig.
Eg vil hava eitt samfelag, sum tryggjar, at ØLL kunnu fara undir lesnað ella í læru, og tískil eiga vit at fremja hesar broytingar:
· Fleiri lærupláss
· Góðar umstøður at veita lærupláss
· Vaksnamannalæru við barnaískoyti til forsyrgjarar
· Hækka lestrarstuðulin til hægri lesnað
· Eyka ískoyti til lesandi við børnum
Við hesum broytingum fáa øll møguleikan til eina útbúgving - eisini seinni í lívinum - og hetta gevur okkum møguleikan at mennast og standa á egnum beinum.
Hetta eru tær Føroyar, eg ynski og brenni fyri, og eg veit, at vit klára tað, um vit lyfta í felag!
FOKUS AFTUR Á FÓLKIÐ!
John av Reyni
Valevni hjá Javnaðarflokkinum