Tillukku og vælkomin heim Linda

Oddagrein:

Neyvan nakrantíð hava so nógvir føroyingar fylgt við í eini sjónvarpssending sum fríggjakvøldið, tá Linda Andrews vann X Factor kappingina hjá DR. Hetta var undirhald fyri allar pengarnar. Líka mikið hvat vit so enn halda um danskar undirhaldssendingar, musikalska støðið ol., so hevur fólkið tikið slíka sending til sín – eisini sum eitt andarúm frá vanliga gerandisdegnum.

 

Linda, sum sang seg til sigurs í eini sending í donskum sjónvarpi, ið hevur sett hyggjaramet, er og verður tað helst leingi aftrat, ein kempureklama fyri Føroyar og føroyingar. So kunnu vit tosa um kulturimperialismu og døgnflugur. Tað er sjálvandi eisini ein partur av einum og hvørjum kjaki. Men fyri fólkið, fyri fjøldina og eisini fyri mong av teimum musikglaðu er Linda veruliga ein lýsandi bjørt og fjálgandi stjørna, sum hevur skapt virðing og áhuga rundan um seg sjálva men eisini fyri okkum føroyingum sum heild.

 

Fáur hevur ivast í hennara songligu dygdum, og aftur og aftur hava vit hoyrt frá bæði leikfólki og professionellum, at røddin er eminent. Sjálvandi skulu vit í fyrstu atløgu ikki taka hetta fyri meira enn tað er, nevniliga ein undirhaldssending, sum tó eisini kann vera grundarlag undir nøkrum meira. Undirhald kann vera so nógv, og at so mong seta tíð av til at fylgja við gjøgnum fleiri mánaðir, bendir á, at her hava stigtakararnir rakt í blett. Her er talan um professionelt sjónvarp, og at føroyskur produsari hevur staðið á odda fyri sendingini, ger hana ikki verri, tvørturímóti. Nú vilja tað helst vera tey, sum halda, at hetta stinkar av sjálvsgleði og tjóðskaparligum undirtónum. Og hvat so! Hví skulu vit ikki gleðast um slíkar løtur, tá ein av okkara stendur seg so væl í stórari fólksligari kapping. Við allari respekt fyri tí professionella, so latið okkum ikki gloyma tað fólksliga. Og er tað ikki eisini oftani so, at tað professionella nettupp sprettur úr tí fólksliga! Tað eina nýtist í hvussu er ikki at útiloka hitt.

 

Og hví ikki brúka slíkt høvi til at gera vart við okkum – hesa lítlu tjóðina við einans 48.000 íbúgvum, ið kann fostra fólk, ið koma langt og eru góðir ambasssadørar fyri okkara land! Linda hevur við sínum framførslum, síni góðu og glaðu rødd, síni jaligu og klóku medferð uttan iva givið Føroyum túsund ferðir tað, sum milliónir av marknaðarkrónum annars vildu kravt.

 

Lat okkum gleðast saman við Lindu. Lat okkum bjóða henni hjartaliga vælkomnari heimaftur. Og lat okkum øll – við hesi songkvinnu sum ein av flaggberarum okkara – raðfesta tónleikin og tónleikaumhvørvini hægri – líka mikið, hvat slag av tónleiki vit tosa um. Latið okkum gera tónleikin, amatørtónleikin eins væl og tann professionella til nakað náttúrligt og gott í okkara samfelagsmenning. Hvør veit, kanska Linda við sínum framførslum hevur fingið okkurt tónleikafræið at spíra.