Tillukku Tryggingin – við Eikini og við frælsinum

Tryggingin tykist hava megnað at keypa sær Eik Banka. Megnaravrik og øgiligt áræði má sigast. Góða eydnu eiga vit øll at ynskja teimum við royndini at byggja framkomna føroyska fíggarfyritøku. (Sjálvur arbeiddi eg allar niðast í fyritøkuni á ungum árum og kenni meg ernan av gamla arbeiðsplássi mínum).

Serliga hugtakandi er avriki, tí loftingarpolitikkur og protektionisma reistu ljótu høvuðr síni, og fleiri royndu at trýsta skattgjaldaran við í hesa vinnufyritøku. Tíbetur var hetta av ongum.

Fólk eru altíð ørkymlaði av tilgongdini í marknaðarbúskapi, tá ið fyritøkur ganga til grundar og so reisast úr øskuni aftur við nýggjum eigarum og tillagaðum bygnaði. Ringt er ofta at skilja, at fyritøkur mugu doyggja fyri at aftur at kunna liva – og ringt er at skilja, at vit samanlagt vera verri fyri bæði í kappingarføri og vælferð, um vit lofta fyritøkum, og um vit lata leka ov nógv millum alment og privat. Men nú er vón fyri, at vit sleppa úr politiskari uppílegging í vinnulív.

Sjálvstýrisflokkurin er alfegin um álit sítt á privata fyritakssemi, álit sítt á evnini hjá føroyskum fyritøkum at skapa búskap og vælferð. Sjálvt í ringum tíðum vísti hetta álit seg væl grundað.

Vit mugu minnast til, at øll ið virka og virðismetast av øðrum skapa búskapin, eisini tey ið tryggja, fíggja og gera íløgur. Vit síggja nú fyri okkum sterka og óhefta fíggjarfyritøku – hjartaliga tillukku og góða eydnu við tí, sum tit duga best – nú mugu vit í almenna bygnaðinum gera okkara part líka so væl. Tillukku eisini við árræði og frælsi tykkara at reka fría og frælsa vinnu!