– Ert tú tónleikari? So er tað nú, at tú skal byrja at venja til Sement 2024. Fyrireikingarnar koyra við fullari ferð, og hervið lata vit upp fyri tilmeldingum.
Soleiðis ljóðar tað frá fyrireikarunum til ársins tónleikakapping Sement 204.
Í ár verður Sement 13., 20. og 27. apríl.
– Uttan at avdúka ov nógv, so kunnu vit siga, at vinningarnir í ár eru fantastiskir, siga stigtakararnir.
Seinasta freist at melda seg til er 1. apríl klokkan 12:00. Tú meldar teg til á www.torsgota.fo/sement