Heiðrik hevur í vetur víst, at hann er ein óvanliga gávuríkur sangari og sangskrivari.
Hansara egna slag av elektroniskum tónleiki er smittandi, fangandi og lokkandi. Heiðrik við øðrum orðum er eitt frískligt og nýskapandi lot innan føroyska tónleikaheimin. Stakfløgan hjá Heiðriki Jealous, kom út herfyri og vísir, at her er talan um eitt heilt serligt talent. Røddin er framúrskarandi, og tað er eingin ivi um, at hetta er eitt sera spennandi íkast til føroyskan tónleik, ið vit fara at hoyra nógv frá komandi árini.
Atkvøð fyri Heiðriki sum besta nýggja bólki ella einstaklingi við at smsa: pla nb1 til 1930. Hvørt sms kostar 5 kr, og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Kallli kunnu luttaka.
Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um:
1. Samsung F330 fartelefon
2. Ipod Touch 8 Gb
3. Harddiskur Memorex 160 Gb