Tilnevningar ársins nýggi bólkur

Tilnevingarnar til besta nýggja bólk á Planet Awards boða frá tí stóra fjøllbroytni, sum er í føroyskum tónleki í løtuni. Elektroniski tónleikurin í Føroyum er í stórari menning, og hetta sæst aftur í tilnevningunum har bæði Heiðrik og The Ghost eru umboðaði. Nýggja pop sensatiónin Lizzie, ella Ann Elisabeth Berg umboðar nakað heilt annað, og hvør í sínum lagi gera The Carlsens og Petur Háberg eisini tað

Heiðirk pla nb1

Lizzie pla nb2

Petur Háberg pla nb3

The Carlsens pla nb4

The Ghost pla nb5

 

 

 

Ein serliga útvald dómsnevnd hevur arbeitt við at tilnevna tey nøvnini, ið skulu býta tær 30 tilnevningarnar í millum sín. Hvør situr í dómsnevndini verður almannakunngjørt á Planet Awards tiltakinum, hetta er ikki tí, at nakað er at dylja um dómsnevndina, men bert fyri at geva henni arbeiðsfrið, til hon hevur atkvøtt endaliga.

 

 

Tú kanst vera við til at avgera vinnaran

Limirnir í dómsnevndini atkvøða hvør í sínum lagi millum tey fimm nøvnini, ið eru tilnevnd til hvørja planet, og teirra samlaðu atkvøður telja helmingin av endaliga úrslitinum.

Hin helmingin av úrslitinum ger almenningurin av, við at atkvøða umvegis sms.

Fyri at atkvøða send eini sms boð til 1930, við koduni, ið stendur aftan fyri tað navnið, ið tú vilt atkvøða fyri. Hvørt sms kostar 5 kr, og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Kallli kunnu luttaka.

Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um fleiri góðar vinningar.