- Longu tilnevningin ger stóran mun. Tilnevndu bøkurnar vera exponeraðar á bókamessum alt hetta næsta árið og forløg aðrastaðni vísa áhuga fyri teimum, tí tær eru útvaldar fram um aðrar. Tey, sum vinna hesar prísir, fáa eitt sera stórt lyft fram í møguleikanum at kunna liva av at skriva.
Tað sigur rithøvundurin Rakel Helmsdal. Fyrr í vikuni varð almannakunngjørt, at hon er ein av tólv rithøvundum, ið er í uppskot at fáa Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, sum verður handað á Norðurlandaráðsfundi 1. november í ár í Helsinki.
Tað er fyri bókina Hon, sum róði eftir ælaboganum, ið Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2014, at Rakel Helmsdal er tilnevnd,
Rithøvundurin dylur heldur ikki fyri, at ein slík tilnevningin hevur nógv at týða fyri seg sum rithøvund.
- Fyri høvundar, sum per definitión eru fólk, sum sita einsamøll við sínum arbeiði, sum ikki hava starvsfelagar og har einasta interaktión um ein tekst, út yvir ritstjóran, eru ummæli, sum eru sum lundi á jólanátt, so er ein slík tilnevning ein sera stór viðurkenning, sigur Rakel Helmsdal og leggur afturat.
- Tað er ein játtan av, at tað riggaði! At tað, tú kanska sat og arbeiddi við í áravís ikki var til fánýtis, at onnur fáa eina uppliving út av tíni søgu, at tú fekst onnur at síggja gjøgnum “tínar brillur” eina løtu og at teimum dámdi tað. Og tað er sera stórt.
- Og ja, tað merkir eisini, at onkur setur seg niður at skriva eina góða grundgeving um hví tað júst er tín bók, sum er vald og tað fløvar so ótrúligt at lesa hesa grundgevingina.
Rakel Helmsdal vísir á, at um hon vinnur, so kann tað fáa stóra ávirkan á ikki bara bókina, men eisini hennara yrki sum rithøvundur.
- Tað er onki at ivast í, at tað hevur havt stóran týdning fyri at bókin varð meira lisin og meira sædd uttanlands. Men kanska serliga tí at við tí heiðrinum fylgdi ein peningaupphædd, sum er risastór í mínari verð, hóast hon hjá nógvum bara er tvær mánaðarlønir, sigur Rakel Helmsdal og leggur afturat.
- Fyri teir pengarnar havi eg kunna livað leingi og skriva ein stóran part av eini skaldsøgu, sum eg var í gongd við og annars kanska ikki hevði havt møguleika fyri at gera lidna fyribils.
Føroyski rithøvundurin vísir tó á, at tað er sjáldan at tey smáu londini vinna virðislønina.
- Tað er sjáldan, at tað eru tey smáu londini, Føroyar og Grønland, fáa hesar prísirnar, men í teoriini eru allar bøkurnar jú javnsettar. Í hvussu so er gleði eg meg til ein túr til Helsinki at hitta vinir og kenningar, sigur rithøvundurin.
Um Rakel Helmsdal vinnur ella ei, so kunnu hennara lesarar fegnast um, at tað óansæð verður nógv at hoyra til hana komandi tíðina. Hon er nevniliga í fer við at leggja síðstu hond á tríggjar nýggjar bøkur.
- Í løtuni havi eg tríggjar bøkur til viðgerð hjá mínum forlagið, Bókadeildini. Ein er ein skrímslabók, sum eg skrivi saman við mínum samstarvsfeløgum í Íslandi og Svøríki. Hon kemur væntandi í heyst. Síðani er tað eitt stuttsøgusavn til børn og nakað so óvanligt sum ein myndprýdd skaldsøga fyri vaksin og ung. Vónandi ella kanska koma báðar komandi ár, men slíkt er altíð ein long tilgongd, so tað er ikki til at vita, sigur Rakel Helmsdal.