Timburmenninir eru burtur

Neistin-VÍF 19-30 (10-15):
Tað var eitt nógv meira sannførandi avrik hjá VÍF, tá tær aðru ferð innan fýra dagar vitjaðu Neistan í Havn

Hondbóltur ? kvinnur

VÍF hevur aftur fulla ferð á í royndunum at vinna annað meistaraheitið á rað. Somikið einføld er niðurstøðan, eftir at greipuvinnararnir frá í fjør vundu burtur úr Neistanum, sum annars hevði givið VÍF ein skarpan gang, tá liðni hittust í hálvfinaluni í steypakappingini mikukvølidð.

Eingir timburmenn
Ta ferðina skrivaðu vit, at tað var eitt VÍF lið við sálarligum timburmonnum, sum við hálvari ferð vann á Neistanum, og fyri at halda fast eftir sama leisti, so sýndu meistararnir hesaferð, at timburmenninir nú eru burtur.
Fyrstu minuttirnar tóktist dysturin tó at líkjast uppgerðini frá leygardegnum. Við einum topp-tendraðum neistaliði, sum uttan at himprast legði í krovið á yvirvaldinum, meðan VÍF soleiðis mest sum hevði hug at dølskast.
Tað vardi tó ikki so leingi hesaferð, áðrenn tær hjá VÍF raknaðu við. Heilt neyvt, so tók tað teimum átta minuttir. Støðan var tá 6-3 til Neistan, og var hetta heilt í tráð við spælið fram til tá, men so kom annað lag á.
Fyrst og fremst fekk VÍF verjuna at rigga, soleiðis sum hon eigur at gera, og takt við hetta framdi tær hjá Neistanum alt fleiri mistøk, tí tað stóð teimum púrasta greitt, at okkurt heilt serligt skuldi til, um tær skuldu sleppa nóg leysar. Saman við hesum ? og góðum málmansspæli frá Hallfríð Isaksen ? fór VÍF undir eitt langt hál, sum vardi nakað væl inn í seinna hálvleik.
Snøgt sagt, so var tað VÍF, sum gjørdi av, hvat fyrifórst inni á vøllinum hesa løtuna. Líka mikið, hvørjar tær sjey gulu á vøllinum vóru, so fann Neistin ikki fram til meskarnar, og í álopspartinum sýndi Ioana Rápa nú aftur, hví hon hevur verið toppskjútti í kappingini trý ár ár á rað.
Somikið ómaksleysar tóktust skoringar hennara, at áskoðarin fekk varhugan av, at er Ioana sjálv, sum ger av, hvørt hon aftur í ár skal gerast besti málskjúttin, ella um hon hesa ferð letur heitið frá sær til aðrar at sóla sær í.

Styrkur skal til
Sum ikki einaferð, so staðfesti sigurin, at VÍF er so nógv hitt sterkasta kvinnuliðið í landinum í dag, og líka mikið, hvussu hetta so verður vent og snarað, so ber valla til at broyta staðfestingina.
Tað kann væl vera, at tey í Neistanum vilja vera við, at oddastøðan hjá VÍF bert verður tryggjað av útlendingum, og at tað ikki eru vestmenningar, sum manna liðið. Tað kann eisini væl vera, at tað er Neistin, sum hevur besta »føroyska« liðið í kvinnukappingini, men tað er helst eisini júst í eini staðfesting av hesum, at onnur lið so leita aðrar vegir.
Vestmenningar ella ikki, so hevur VÍF fleiri av frægastu føroysku leikarunum í hópinum, og við teimum trimum útlendsku sum eyka kryddi hava tær lyft seg so langt upp á ovastu rók. Eitt pláss, sum tær neyvar verða kroystar av í bræði, og helst ikki so leingi, sum kappingarneytarnir ikki styrkja seg við leikarum av somu styrki, sum tær hjá VÍF hava.

Dysturin í tølum
Neistin-VÍF 19-30 (10-15)
Málskjúttar:
Neistin: Katrin á Neystabæ 6, Birita Wardum 5(3), Súna Mørk 4, Rakul Augustinussen 2, Mildrið Jacobsen 1, Gunnleyg Berg 1
VÍF: Ioana Rápa 7, Sóley Mikkelsen 6(2), Nikolina Eyðbjørnsdóttir 4, Jórun Ludvig 4, Jacklin Durhuus 3, Fríða Marjunardóttir 2, Nicoleta Radu 2, Barbara á Rógvi 1, Randi Kúrberg 1
Brotskøst: Neistin 3, VÍF 3
Útvísingar: Neistin 2, VÍF 2
Dómarar úr Tjaldri: Trúgvi Mortensen & Kári Hansen. Hildu hampuligt skil á, men onkun tíð var saknur í fylgidómum, tá dømt varð fyri at halda í troyggjum.