Leysasøgurnar í fleiri av altjóða ítróttarmiðlunum siga, at tað verður ein týsk innrás í Liverpool í summar. Liverpool verður sett í samband við Timo Werner úr RB Leipzig og Kai Havertz úr Bayern Leverkusen.
Timo Werner skoraði í gjár einsamalla málið í 1-0 sigrinum á Tottenham. 25 ára gamli týski landsliðsspælarin hevur í longri tíð verið settur í samband við Liverpool. Hann er ein framrættaður spælari, sum verður metta at passa væl inn í spælistílin hjá Liverpool og kann spæla á fleiri plássum.
- Liverpool er tað besta liðið í heiminum í løtuni. Tá tú verður settur í samband við tað liðið, so verður tú errin. Tað er deiligt, men Liverpool hevur nógvar góðar spælarar og eg skal blíva betri og læra meir, um eg skal klára at spæla á tí stigum, segði Timo Werner eftir dystin í gjár.
Ein annar spælari, sum Liverpool hevur verið sett í samband við er 20 ára gamli Kai Havertz úr Bayern Leverkusen. Hann er somuleiðis ein týskur landsliðsspælari, sum kann spæla á fleiri av framrættaðu plássunum.
##med2##
- Eg fegnist um at vit megnaðu at halda fast í honum í summar. Nú fáa vit at síggja hvussu tað sær út í summar. Hann hevur sáttmála fram til 2022, sigur Rudi Voller, ítróttarstjóri í Bayer Leverkusen.
Ymiskir miðlar seta spælararnir í samband við ymisk feløg. Tað ber heldur ikki til at koma uttan um Bayern Munchen, ið plagar at keypa størstu telentini í Bundesliguni. Stóra avbjóðingin hjá Liverpool er, at liðið skal helst klára seg uttan Sadio Mané, Mohamed Salah og Naby Keita í januar og partar av feburar komandi ár, tí afrikanska meistaraheitið verður tá.