Dómsvaldið í Ukraina fór í dag undir eitt rættarmál afturat ímóti fyrrverandi forsætisráðharranum Julia Timosjenko, og fleiri túsund fólk komu saman uttan fyri dómhúsið at mótmæla rættarmálinum.
Julia Timosjenko, sum var ein av høvuðspersónunum aftan fyri kollveltingina í Ukraina í 2004, varð í fjør dømd sjey ára fongsul fyri at hava misbrúkt sítt vald sum forsætisráðharri, tá hon skrivaði undir eina avtalu við Russland um gass. ES og fleiri lond í Vesturheiminum hava mótmælt dóminum, sum tey siga vera politiskan, og eygleiðarar siga, at nú myndugleikarnir hava reist eitt mál afturat ímóti henni, er tað lítið sannlíkt, at ES-londini fara at góðtaka Ukraina sum umsøkjaraland til limaskap í samveldinum.
Tann 51 ára gamla Julia Timoshenko var ikki í rættinum, tá málið ímóti henni byrjaði í dag.