Timosjenko dømd sjey ára fongsul

Fyrrverandi ukrainski forsætisráðharrin Julia Timosjenko varð fyrrapartin dømd sjey ára fongsul fyri at hava misnýtt sítt vald, tá hon sum stjórnarleiðari gjørdi eina avtalu við Russland um gass. Tað var Julia Timosjenko, sum gjørdi sáttmálan, men tað hevði hon sambært rættinum ikki heimild til.

-Rætturin er komin til ta niðurstøðu, at Timosjenko er sek, og hon fær sjey ára fongsul, segði dómarin, Rodion Kirejev.

Sjálv heldur Julia Timosjenko uppá, at rættarmálið er politisk hevnd, sum Viktor Janukovitj, forseti, stendur aftanfyri.

-Tit vita væl, at tað er ikki Kirejev, dómari, sum dømdir í hesum máli, men Janukovitj, forseti, segði Julia Timosjenko í rættinum, beint áðrenn revsingin bleiv kunngjørd.