Julia Timosjenko, fyrrverandi forsætisráðharri í Ukraina, er í dag í rættinum í Kiev, har hon er ákærd fyri valdsmisnýtslu. Hon noktar seg seka og vil vera við, at rættarmálið er einki annað enn eitt hevndarátak frá forsetanum, Viktor Janukovitj.
-Hetta er ikki annað enn sirkus, segði fyrrverandi forsætisráðharrin við dómaran, tá rættarfundurin byrjaði.
Uttan fyri dómhúsið stóðu umleið 1.000 viðhaldsfólk hjá Timosjenko og róptu navn hennara. Fleiri teirra høvdu hvít fløgg við reyðum hjarta, sum er eyðkennisflaggið hjá flokkinum hjá fyrrverandi forsætisráðharranum. Myndugleikarnir mundu hava væntað, at viðhaldsfólk hennara fóru at koma, tí løgreglan var væl mannað uttan fyri dómhúsið, skrivar AFP úr Kiev.