Timosjenko svøltar seg

Ukrainski andstøðuleiðarin Julia Timosjenko er farin undir eitt hungursverkfall til tess at mótmæla teirri viðferð, sum hon fær í fongslinum. Tað sigur verji hennara fyri fjølmiðlunum.

-Julia Timosjenko hevur sagt, at hon svøltar seg, segði sakførari hennara, Serhij Vlasenko, við tíðindafólk uttan fyri fongslið, sum fyrrverandi forsætisráðharrin er í.

Timosjenko hevur trupulleikar við heilsuni og hevur kært seg um nógva pínu í rygginum. Hon hevur eisini sagt, at hon hevur fingið ringa viðferð, síðani hon bleiv flutt til eitt kvinnufongsul í Kharkiv har eysturi í Ukraina.

Fleiri lond í Vesturheiminum ákæra Ukraina og forsetan, Viktor Janukovitsj, fyri ágang ímóti Timosjenko við tí endamáli at beina hana burtur av tí politiska pallinum. Janukovitsj vann, tá tey bæði kappaðust um forsetaembætið fyri tveimum árum síðani.