Stjørnufrøði er vældámt í løtuni. Hale-Bobb kometin og Marsferðin í summar hevur av álvara fingið fólk at lagt høvdið afturá og kanna stjørnurnar á náttarhiminum. Marsferðin, har NASA sendi eitt lítið akfar op á planetina, setti heimsmet fyri talið av vitjandi á einum servara á Internetinum: Meiri enn 100 milliónir vitjandi um dagin, tá kanningarferðin bert hevði vart eina viku.
Stóri áhugin kemst kanska av, at stjørnufrøði er millum tær vísindir, ið eru sera torskildar. Her er so óandaliga nógv, sum er illa fatandi, og tí er bert royndin at skilja nakað ógvuliga spennandi og áhugaverd.
Ein háttur at nærkast stjørnunum er at fáa sær fatur í multimedia forritinum Distant Suns 4.0, sum nýggjasta útgávan av einum av flottastu stjørnufrøðiforritunum til bæði pc og mac. Tað er eitt sera umfatandi og nøktandi forrit við rúgvu av upplýsingum, men sum tíverri eisini er trupult at nýta.
Sæð niðrifrá
Forritið hevur groft sagt tveir sýnsvinklar, himinin sæddur niðrifrá og universið sæð útifrá ella omanífrá.
Til ber at velja eitt ávíst stað í verðini, har ein ynskir at síggja náttarhiminin til dømis Danmark ella frá einum av heimsins kendastu kanningarstøðum. Skíggjamyndin vísir tann stjørnuhiminin, valdur er, og við at trýsta á einhvønn lut á himinum, fæst ein frágreiðing um júst ta stjørnuna.
Sæð útifrá
Til ber eisini at velja at síggja sólskipanina frá einum heilt øðrum staði í rúmdini, til dømis 50 ljósár úti. Ella ein kann sveima sum eitt rúmdarfar millum planetirnar. Farast kann til dømis í ringrás um Mars og síggja reyðu planetina nær hjá og m.a. síggja, hvar ymsu rúmdarsondurnar hava lent.
CD-rom¹in er fylt við myndum frá Voyager, Viking og Pioneer, og hevur eisini stjørnuskránna hjá Hubbles við meiri enn 16 milliónum stjørnum, umframt meiri enn ein tíma av video frá kendastu stjørnuhendingunum.
Forritið hevur eisini meiri praktisk og vælumtóktar lutir sum kalendarar við mánafasum, nýggjum kometum og meteorstimum og komandi sól- og mánamyrkingum, umframt eina stutta frágreiðing um stjørnustøður so sum Cassiopeia, Orion, Karlsvognin, Leyvuna og øllum hinum.
Donsk hjálpDistant Suns hevur nógvar møguleikar, og langt slepst við hjálp av ikonstýrdu nýtsluflatuni, men ikki alt er eins einfalt at finna útav. Tað tekur tíð. Forritið er amerikanskt, men eisini finst eitt danskt online hjálparforrit, sum kann downloadast frá Internetinum á adressuni home1.inet.tele.dk/ivory/distant.html.
Fakta
Skrákrøvini eru ikki stór, og Distant Suns 4.0 koyrir bæði á PC og mac. Tað er nóg mikið við einum 486 við Wondows 3.1, 8 MB ram og 10 MB fríum plássi á harðdiskinum, ella einum 68010 Mac við 16 MB ram og tilsvarandi plássi á harðdiskinum.