18 ára gamla Tina Mellemgaard var millum síðstu luttakararnar í danska X-Factor hjá TV2 í kvøld. Hon sang lagið Runnin' eftir Naughty Boy og Beyonce, og tað eydnaðist avbera væl - ja, tað er í roynd og veru sjáldan, at luttakarar fáa so nógv rós, sum føroyska Tina fekk í kvøld.
Og tað var slett ikki tí, at har manglaðu vakrar røddir í kvøld. Sendingin var nevniliga merkt av sera høgum støði, soleiðis at óvanliga nógvir luttakarar komu víðari. So áðrenn Tina kom inn til at syngja fyri dómarunum, segði Blachman, at næsti luttakarin má blíva sendur heim. Men hetta kláraðu dómararnir ikki at halda seg til, tí Tina var alt for góð.
– Jesus christ, segði Thomas Blachman.
Kwamie Liv var púra bergtikin.
– Hatta var magiskt, sum tú akkurát gjørdi. Eg eri rørd heilt djúpt inn í hjartað, segði Kwamie Liv.
– Hatta er fullkomuliga ørt. Tú veitst akkurát, hvat tú fert. Hatta er sera professionelt støði. Alt situr akkurát, sum tað skal. Hatta er vilt, segði Thomas Blachman.
– Kempi fucking ja frá mær! segði hann, reisti seg upp og smekkaði nevan í borðið.
Tú kanst síggja Tinu Mellemgaard royna seg í X-Factor her:
##med2##
Tina Mellemgaard er ikki heilt ókend á føroyska tónleikapallinum. Í fjør var hon millum finalistarnar í tónleikakappingini Sement, har hon saman við bólki sínum gjørdist nummar 2. Áðrenn Sement-finaluna segði Tina Mellemgaard soleiðis við Sosialin:
– Eg havi altíð elskað tónleik, og tað sum tónleikurin kann gera við ein. Við mínum tónleiki ynski eg at skapa nakað positivt í menniskjum.
Tina er ikki einasti føroyingurin, sum er við í X-Factor í ár. Í síðstu viku sang toftamaðurin Kári Fossdalsá seg víðari í kappingini við einari inniligari tulking av "I Can't Make You Love Me" - hoyr tað HER.
Sostatt eru tveir føroyingar við í ársins X-Factor. Nógvir føroyingar hava staðið seg væl í X-Factor gjøgnum seinastu nógvu árini, so tað verður spennandi at fylgja Kára og Tinu víðari í kappingini.