Í kvøld klokkan 19 byrjar Live Show í X-Factor, ið sum heitið sigur verður sent beinleiðis á donsku sjónvarpsrásini TV2.
Tey bæði føroysku umboðini eru Tina Mellemgaard úr Havn og Kári Fossdalsá av Toftum.
Kári býr í Aalborg saman við unnustu og dóttir. Eftir framførsluna til 6 Chair Challenge avdúkaði Kwamie Liv, at Kári var ein teirra, sum dómararnir stríddust um, tá teir skulu býta luttakararnar millum sín.
Nú hevur Martin Jensen gjørt av, at hann skal syngja »Please Dont't Go« hjá Mike Posner til fyrsta liveshowið.
##med2##
Upprunalagið kann hoyrast her.
Hin føroyski luttakarin er Tina Mellemgaard úr Hoyvík, sum tók dómararnar á bóli longu tá hon var til audition. Kwamie Liv segði framførsluna vera »gandakenda« og »óvanliga vakra«.
Kwamie Liv hevur valt, at fyrsti sangur hennara í liveshow verður »Street Ligths« hjá Kanye West.
##med3##
Upprunalagið kann hoyrast her.