Tinganes stongt

Stjórnarskrivstova landsins hevur stongt í summar. Tað kemst av, at tørvurin á samskifti er nógv minni um summarið, sigur Barbara á Tjaldrafløtti, deildarstjóri.

Einki samband er við skrivstovuna hjá Føroya løgmanni um summarið. Løgmansskrivstovan hevur stongt í tríggjar vikur og letur uppaftur 1. august. Sostatt tekur eingin telefonina á landsins stjórnarskrivsstovu. Víst verður kortini til eitt telefonnummar, og Sosialurin ringdi á nummarið, fyri at fáa eina frágreiðing.
Barbara á Tjaldrafløtti, deildarstjóri, tók telefonina. Vit spurdu hana, hví Tinganes steingir um summarið.
? Tað er fyri at fáa restina av árinum effektivari. Á hendan hátt sleppa vit undan, at summarferian breiðir seg yvir ein stóran part av árinum, sigur Barbara á Tjaldrafløtti.
Eisini Løgmálaráðið, sum hevur loyst frá løgmansskrivsstovuni, hevur stongt í hægstu summarferiutíð, og eftir ólavsøku fer Mentamálaráðið eisini í summarferiu. Einki verður svarað ella avgreitt.
Løgmansskrivsstovan royndi fyri fyrstu ferð í fjør at hava stongt í hægstu summarferiutíð, greiðir Barbara á Tjaldrafløtti frá.
? Hetta er eitt deydligt tíðarskeið. Telefonin ringir nóg illa hesa tíðina, landsstýrismenninir eru í feriu og aðrir stovnar, sum vit samstarva við, eru eisini í feriu. Nøkur eru kortini til arbeiðis hjá okkum, og vit uppgeva eisini altíð eitt telefonnummar, sum tú kanst ringja til, um tú hevur átrokandi boð, sigur Barbara á Tjaldrafløtti.
Eini 20 fólk starvast á Løgmansskrivstovuni.