Tingbólkurin skal skipast í framsøgufólk

Leygardagin 18.10: Flokstingið hjá Tjóðveldisflokkinum hevur samtykt eitt uppskot frá Unga Tjóðveldinum um at skipa tingbólkin í politisk framsøgufólk, so hvør tinglimur sær hevur ábyrgdina av ávísum málsøki

 

Eitt greitt ábyrgdarbýti millum tingmenn setur uttan iva flokkin í sterkari støðu at møta avbjóðingum og at seta politisku dagsskránna.

Hetta heldur Unga Tjóðveldið, sum fyri løtu síðani fekk uppskot sítt samtykt av flokstinginum um at skipa tingmanningina í politisk framsøgufólk.

Unga Tjóðveldið heldur, at tað ov ofta koma ymsar og ógreiðar útmeldingar frá ymsu tinglimunum í flokkinum um sama mál. Men eitt greitt ábyrgdarbýti millum tinglimirnar, fer at efir sannføring Unga Tjóðveldissins at beina fyri hesum.

? Við tað, at ein ávísur tingmaður hevur ábyrgdina av einum øki, og tað er hann, ið leggur fram vegna flokkin, verður betri samljóð í útmeldingum floksins, sigur Unga Tjóðveldið í uppskoti sínum.

Harafturat heldur Unga Tjóðveldið, at ein slík skipan kann skapa eitt betri samskifti millum politikkarar, borgarar og fjølmiðlar. Tí við hesum ábyrgdarbýri vita tíðindafólk og onnur altíð, hvønn tey skulu venda sær til í sambandi við tey ymisku málini.

? Eisini kann hetta skapa eitt munagott tingarbeiði, við tað, at tingmenn fáa høvi at leggja størri orku í sítt ávísa øki, heldur Unga Tjóðveldið.

Uppskotið hjá Unga Tjóðveldinum varð einmælt samtykt av flokstinginum.