Tingfólk í dag hugsa meira um sjálvan seg

Flokstilknýti og hugsjónir hava ikki sama týdning, sum fyrr. Bara síðani aldarskiftið hava 10 tingfólk umboðað fleiri flokkar á tingi

Tað verður ofta sagt, at politikkur í dag snýr seg meira um persónar enn um hugsjónir og flokstrúskap – og at tingfólk uttan víðari skifta flokk, um tað passar teimum best. Tey hugsa ikki um hugsjón og flokk, men bara um sjálvand seg.

 

Í Sosialinum í dag verður evnið »politikkur og umboðan« viðgjørt.

 

Har sæst, at síðani løgtingsvalið í fjør hava tvær tingkvinnur skift flokk. Í seinasta valskeiðið skiftu eisini tveir tingmenn flokk. Bara síðani aldarskiftið hava minst 10 tingfólk skift flokk – t. v. s. hava umboðað tveir flokkar á tingi. Í einum føri ein flokk og verið uttanflokka.

 

Tey fyrstu 80 árini síðani vit fingu floksbýti á tingi var tað bara ein løgtingsmaður, sum beinleiðis skifti flokk. Jóannes Patursson umboðaði Sjálvstýrisflokkin á tingi í 34 ár – frá 1906 til 1940. Tá stillaði hann upp fyri nýggja Fólkaflokkin, sum hann umboðaði á tingi, til hann doyði í 1946.

 

Áðrenn Jóannes bónda hevði A. C. Evensen meldað seg úr Sjálvstýrisflokkinum. Tað var í 1915. Hann varð valdur í løgtingið fyri Sandoyar sýslu valdømi síðani 1906. Eftir at hann fór úr Sjálvstýrisflokkinum var hann uttanflokkatingmaður. Á løgtingsvalinum í 1916 stillaði hann upp uttanflokka í Sandoyar sýslu valdømi og varð valdur. Hann doyði árið eftir, einans 42 ára gamal.

 

Av 20 tingfólkum, sum hava umboðað fleiri flokkar á tingi, hava 16 teirra gjørt tað seinastu 30 árini.

 

Meira kann lesast um evnið í Sosialinum í dag, sum fæst í leysasølu kring landið. Talgilda útgávan kann keypast á www.sos.fo