– Eg vænti, at flestu tingfólk hava onkra serliga orsøk fyri ikki at møta, sigur Bjarni Djurholm, løgtingsmaður
Bjarni Djurholm var á øðrum plássi fyri fráveru, tá gjørt varð upp fyrra hálvár av hesi tingsetuni, sum byrjaði á ólavsøku. Bjarni Djurholm hevur verið burtur tingfundir.
Men sambært Bjarna Djurholm so svingar skrásetingin av fráveruni í Løgtinginum frá ári til ár.
– Í fjør forsømdi eg ongan tingfund – nakað, sum eg eisini leggi dent á. Eg havi verið spurdur av fleiri, hví eg havi verið fimm ferðir burtur, tá eg ongantíð var burturstaddur í fjør, sigur Bjarni Djurholm, sum sigur orsøkirnar vera hesar:
1) Var í DK í brúdleypi hjá dóttrini í DK í august og forsømdi tveir fundir. Kunnaði Løgtingið um hetta, áðrenn eg fór burtur. Fráveran hevði ikki ávirkan á tingarbeiðið.
2) Tingformaðurin setti tingfund um atkvøðugreiðslu um frávik í oktober. Tað bleiv ikki kunnað um hetta frammanundan, og var tí lítla løtu ov seinur til fundin, sum var lokin, tá eg kom. Fundurin vardi minni enn ein minut.
3) Var í DK í november til ráðstevnu hjá NORA, har stórur partur av føroysku miðlunum eisini vóru við. Møtti á ráðstevnuni sum formaður í mentanarnevndini í Løgtinginum. Misti tveir løgtingsfundir har.
Bjarni Djurholm siugr, at hann væntar, at flestu tingfólk hava onkra serliga orsøk fyri ikki at møta.
– Talan kann vera um sjúku, jarðarferð, sita veðurføst orsakað av vána ferðalíkindum, onkur serlig persónlig viðurskifti, sum forða fyri uppmøting o.s.fr. Mín fatan er, at tingfólk ikki skulka við beráddum huga. Tí kann ein einvegis fráveruuppseting geva eina skeiva mynd av veruligu orsøkini. Og tað er spell, heldur Bjarni Djurholm.
Lesið eisini: 12 tingfólk møta á hvørjum fundi