Vit umrøða fleiri valdømi í formansskapinum, og verður semja um eitt tílíkt uppskot, vil eg fegin verða við sum uppskotsstillari.
Hetta staðfestir Hergeir Nielsen, løgtingsformaður, tvey ár eftir, at undanmaður hansara í formansessinum, Edmund Joensen, saman við tinginum fekk gjørt Føroyar til eitt valdømi, tá veljast skal til Føroya Løgting.
Í gjár avdúkaði Sosialurin, at ein lítil meiriluti á Føroya Løgtingi, sigur seg vera fyri at broyta løgtingslóg um val til Føroya Løgting, soleiðis, at tað aftur vera fleiri valdømi, tá veljast skal.
Óbúgvin avgerð
Løgtingsformaðurin staðfestir, at hann ongantíð var fyri at gera Føroyar til eitt valdømi og greiðir frá, at hann heldur lítið um háttin, avgerðin varð tikin uppá.
– Avgerðin varð trumfað ígjøgnum av løgtingsformanninum, sum var tá. Hann fekk helvtina av formansskapinum við sær og trumfaði tað ígjøgnum. Fingurin varð ongantíð stungin í jørðina og tí var avgerðin óbúgvin. Men tingið samtykti tað, og tað er sjálvandi hægsti myndugleiki, sigur Hergeir Nielsen.
Fleiri skift hugsan
Formaðurin á tingi sigur eisini, at tað eru fleiri tingmenn, sum hava skift hugsan.
– Eg havi merkt, at tað eru fleiri og fleiri, sum vilja venda aftur til gomlu skipanina, tí tað hevur ongantíð verið so nógvur lokalpolitikkur á tingi, sum ætlanin var at sleppa undan við hesari skipanini.
– Og hatta við at fleiri kvinnur skuldu koma inn... Tær, sum eru komnar inn, høvdu eisini sloppið inn við fleiri valdømum, heldur Hergeir Nielsen.
Men er tað ikki nakað tíðliga at venda aftur til eina slepta skipan so skjótt. Longu tvey ár eftir hon er komin í gildi?
– Tað er sjálvandi sera óheppið at spæla ping pong soleiðis í føroyskum politikki, men orsøkin til, at tað bleiv soleiðis, er tí tað varð trumfað ígjøgnum. Og so kann eg leggja afturat, at í modernaða Vesturheiminum eru bara tvey lond, sum hava eitt valdømi, og tað eru Grønland og Føroyar, svarar løgtingsformaðurin.
Formansskapurin má við
Hergeir Nielsen staðfestir tí, at hann fegin vil leggja uppskot fram, um at broyta løgtingslóg um val til Løgtingið.
– Eg havi ongantíð verið fyri einum valdømi, og fái eg undirtøku í formansskapinum, er bestemt ikki óhugsandi, at eg geri tað, sigur Hergeir Nielsen, løgtingsformaður.
Tó er ikki líkt til, at tað verður einmælt, at formansskapurin vil vera við til hetta.
John Johannesen – sum er við í formansskapinum – er nevniliga ímóti at broyta verandi lóg um val til Føroya Løgting. Hinir limirnir í formansskapinum – Alfred Olsen og Jógvan á Lakjuni – siga seg í spurnakanningin hjá Sosialinum í gjár vera fyri, at gera Føroyar til fleiri valdømi aftur.
Setir ongan í bás
Spurningurin er tí um verandi løgtingsformaður – hóast hann vil hava allan formansskapin við – nú torir at spæla høgt spæl – sum undanmaðurin hansara – og megnar at broyta skipanina.
– Vit eru so mikið tíðliga í tilgongdini, at ongin skal setast í bás við eini ávísari hugsan. Nógvir møguleikar eru at broyta lógina, og tí er hopileyst at siga, hvør hevur júst hvørja hugsan í verandi løtu, sigur tingformaðurin.