Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin
(
Føroyingar áttu at havt somu atgongd sum fólkið í grannalondunum, til at hoyra og síggja løgtingsfundirnar. Tað skuldi verið ein sjálvsagdur rættur, at borgarar landsins hava møguleikan at hoyra, hvat politisku flokkarnir og fólkavaldu umboðini hava at bera fram í Løgtinginum og at kunna fylgja við, hvussu Føroya land verður stýrt.(Nógvir føroyingar nýta møguleikan ídag at hyggja eftir Tingvarpinum, har tað ber til at síggja og hoyra teir fólkavaldu í "action". Vanliga byrja løgtingsfundirnir kl. 13.30. Tí fer tað at verða ógjørligt at fylgja við Tingvarpinum, um Kringvarpið fer at senda aðrar sendingar frá klokkan 15.00. (Útvarpið hevur viðhvørt sent á millumbylgju, tá okkurt serligt hevur verið á skránni td. orðaskifti um løgmansrøðuna og fíggjarlógina, men onki bendir á, at hetta verður loysnin.(Undir viðgerðini av fíggjarlógini setti framsøgumaður Sjálvstýrisfloksins spurningin, hvat tað vildi kosta, um sent bleiv beinleiðis frá tingfundum. Dýr útgerð, sum er keypt til ljóð og myndaupptøku finst í húsinum, og ivaleyst er tað bert ein spurningur um sendifrekvens. Um Kringvarpið ikki kann loysa hesa uppgávu, eigur Løgtingið at kanna møguleikan fyri at útbjóða uppgávuna at senda beinleiðis, so verandi og møguliga komandi luftbornir miðlar hava møguleikan at bjóða seg fram.(Nógv fleiri fólk enn ein skuldi trúð sita dagliga og fylgja orðaskiftinum, serliga eldri og tey sum ikki eru úti á arbeiðsmarknaðinum.(Eg havi fyrr víst á, at løgtingsfundirnir eiga at verða sendir beinleiðis í sjónvarpi og útvarpi. Fari tí at reisa spurningin: Hvat hendir, nú senditíðirnar í sjónvarpinum verða broyttar?
Somuleiðis fari eg at heita á formanskapin um at virka fyri, at tingfundirnir í framtíðini kunnu hoyrast og síggjast.