Bill Justinussen
Miðflokkurin
Kári á Rógvi
Sjálvstýrisflokkurin
--------------------
Enn er nógv eftir at gera!
Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin hava umrøtt støðuna, nú frættist, at síðsti tingfundur í tingsetuni 2010 hevur verið. Miðlarnir hava sagt frá hesum, og eittnú hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum borið tíðindini í vinnunevndini, men ongin fráboðan er komin tingflokkarnar í hendi. Verður fundur kortini, so sleppa vit ikki at seta dagsskránna, tí meirilutin ræður fyri dagsskránni eftir síðsta tingdag.
Formaður Tjóðveldis hevði helst verið skelkaður, um ein meirluti hevði boðað frá, at landsstýrið nú fór at stýra við kunngerðum, og at tingið ikki sleppur at viðgera tingmál til endans. Men andstøðuleiðarin, ið vera skal, er sjálvur við í hesi ráðagerð.
Nú sigur Stýrisskipan Føroya, at tingseta er frá ólavsøku og til ólavsøku, tvs. Løgtingið kann altíð halda fund, og Løgtingið skal halda fund uttan óneyðugan dvøl, tá ið tvey av fimm tingfólkum biðja um fund.
Fráboðanin um steðgin kom júst sum vinnunevndin hevði havt fleiri tíggjutals fólk á gátt at viðgera álvarsmálið um friðingar á landleiðini. Atfinningar vóru nógvar, og makrelsamgongan kom eisini sjálv við broytingum, sum tó vóru mettar at vera nýggj uppskot. Nú metir so sama makrelsamgonga, at neyðugt ikki er at spyrja Løgtingið.
Smá flokkarnir – ella flokkarnir í vøkstri – hava ikki møguleikan einsamallir at savna 14 undirskriftir. Vit hava mong uppskot liggjandi eftir í tingnevndum, sum hini flokkarnir velja at súlta. Hvørki fær landið nyttu av teimum góðu uppskotum, sum kunnu hava undirtøku frá meiriluta, ei heldur fær veljarin staðfest, hvør er fyri og hvør er ímóti ymsum tiltøkum. Vit kunnu nevna útlendingamálið, endurnýtslu av íløtum, lestrarfrádrátt og mong onnur, sum rættiliga vist hava undirtøku á tingi, umframt mál sum stjórnarskipan, ið hóast hon ikki er búgvin, eigur at verða umrødd, so vit fáa gongd á almenna kjakið um framtíðar føroysku politisku spælireglurnar.
Løgnasta av øllum er helst, at fleiri meiri tøknilig mál sum reglur fyri húsasølu, bygging, jarðhita og loðsskyldu ikki verða avgreidd. Helst verða tey løgd fram aftur eftir ólavsøku, men so kemur val. Síðani verða tey løgd fram fyri triðju ferð einaferð næsta ár, tá ið samgonga er skipað og hevur fótað sær. Vit mugu tí bíða enn eitt ár eftir reglum, sum tørvast á mongum økjum.
Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin heita tí á løgtingsformannin um at kalla til fundar, har vit kunnu fáa greiðu á, hvør skipanin er við síðsta tingdegi, og ikki minst, hvørt til ber at avgreiða í øllum førum part av mongu málunum undan valinum, sum makrelsamgongan helst eisini hevur avrátt sínamillum, men ikki kunnað okkum onnur um.