Tingfundur: Uppskot frá Fólkaflokkinum á skárrni í dag

Tingfundur er í morgun klokkan 11, og fýra mál eru á skránni

Talan er um trý uppskot frá Fólkaflokkinum og eitt frá løgtingsforkvinnuni.

 

Fyrsta mál á skránni er uppskot til samtyktar um ársfrágreiðing frá Løgtingsins umboðsmanni.

 

Hini trý málini eru uppskot til løgtinslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi, sum snýr seg um at leingja gildistíðina á rættindum. Tað er uppskot, sum Fólkaflokkurin hevur lagt fram.

 

Síðani er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu. Tað snýr seg um at broyta áseting um rúsevnakoyring og ásetan av møguleika at avgreiða mál við fráboðan. Tað er uppskot frá Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum.

 

Triði málið frá Fólkaflokkinum uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti. Tað snýr seg um árliga javning av landsskattastiganum.

 

Dagsskráin, týsdagur, 17. september 2024, kl. 11:00

 

 

1

 
 

1. viðgerð LM-004/2024 - Uppskot til samtyktar um ársfrágreiðing frá Løgtingsins umboðsmanni fyri árið 2023

 
 

2

 
 

1. viðgerð LM-005/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Leingja gildistíðina á rættindum)

 
 

3

 
 

1. viðgerð LM-007/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Broyta áseting um rúsevnakoyring og ásetan av møguleika at avgreiða mál við fráboðan)

 
 

4

 
 

1. viðgerð LM-006/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Árlig javning av landsskattastiganum)

 
 

5

 
 

Framløga

 
 

Viðmerkingar
LM-004 verður beint í Rættarnevndina LM-005 verður beint í Vinnunevndina LM-007 verður beint í Vinnunevndina LM-006 verður beint í Fíggjarnevndina