Sum landsantikvarur hevur Arne Thorsteinsson ábyrgdina av tí ið er friðað við lóg. Løgtingshúsini eru ikki friðað, hóast tey eru eini serstøk hús og hóast tey verða 150 ára gomul ár 2002. Og Arne Thorsteinsson heldur ikki, at tað er nøkur orsøk at varðveita tinghúsini.
- Tey hava einki søguligt virði og eru í grundini so nógv og so ofta umbygd, at tey als ikki eru í tí líki, tey vóru, tá ið tey vórðu bygd í 1852. Í 1907 vórðu tey umbygd og aftur fyri uml. 20 árum síðani. Sum tey standa í dag hava tey fingið ein føroyskan búna við flagi og tjøru, og vit hava lyndi til at halda, at bara tey hava tað, so eru tey føroysk. Men eg eri ikki rættiliga heitur fyri teimum og haldi heldur ikki, at tað er spell, um tey verða tikin niður. Tað er altíð trupult hjá fólki at ímynda sær, at eitthvørt skal burtur, men býarmyndin broytist alla tíðina, sigur Arne Thorsteinsson.
Um tinghúsini áttu at ligið í Tinganesi sum tey upprunaliga vóru, sigur Arne Thorsteinsson:
- Tað ber ikki til at endurskapa tað sum var, vit kunnu bara skapa nakað nýtt. Og fyri nútíðar føroyingum eigur tinghúsið at vera á tinghúsvøllinum.
- Tá ið tinghúsini vórðu umbygd hugsaðu fólk ikki um at varðveita. Tað er ikki fyrr enn seinastu 30-40 árini, at vit eru farin at hugsa soleiðis.
Fyrsta tinghúsið stóð ytst á Tinganesi, men brendi í grund í 1673. Síðani tá hevur tinghús ikki verið í Tinganesi. Í 18. øld vórðu tinghús bygd í Gongini og standa enn har sum partur av Müllers-húsunum. Í 1852, tá ið tingið varð endurreist, vórðu tinghús bygd á staðnum tey standa í dag. Og endalig avgerð er tikin um, at har skulu tey nýggju eisini standa.